Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Miðflokkurin handlar, meðan aðrir tosa!

…. vert at hugsa um, tá veljast skal.

Her hugsi eg m.a. um fátækramarkið. Hin 24. februar 2011 legði Miðflokkurin uppskot fyri Løgtingið um ásetan av einum fátækramarki. Knappar tríggjar mánaðir seinni, 13. mei, samtykti Løgtingið álitið frá trivnaðarnevndini, og í løtuni situr ein nevnd av serkønum og tilevnar lógaruppskotið. Hetta nevndararbeiðið skal verða liðug 1. apríl 2013.

Annars er hetta ikki fyrstu ferð Miðflokkurin handlar, meðan onnur tosa! Av dømum úr rúgvuni kann nevnast Umboðsmansstovnurin, sum varð samtyktur eftir uppskoti Miðfloksins og avtøkan av kringvarpseinka-rættinum, sum Miðflokkurin miðvíst virkaði fyri, til Løgtingið broytti støðu og tók undir við okkum.

Jenis av Rana,

valevni Miðfloksins til Býráðsvalið