Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Frá landsfundinum fríggjakvøldi 30. oktober. Mia av Kák Joensen heldur røðu

MIÐFLOKKURIN Í JALIGARI ANDSTØÐU - ikki longur í samgongu

Miðflokkurin hevði sín árliga aðalfund á Hotel Føroyum,  fríggjakvøldið 30. oktober, frá kl.17.00 til kl.22.00. Limir og onnur áhugaði í politikki floksins møttu væl upp. 

Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com

Floksstjórnarleiðarin Mia av Kák Joensen bjóðaði gestunum vælkomnum og gav orðið til Rana Skaale, sum varð valdur fundarleiðari. Frank Jacobsen var aftur í ár valdur til skrivara. Frank hevur verið settur skrivarin hjá flokkinum í fleiri ár.   

Bill Justinussen hevði sum altið guitaran við, og tann guitarsnillingur hann er, so byrjaði fundurin við, at Bill leiddi fundarfólki í nøkrum kórum, sum flestu kenna frá samkomufundum. Tað er ikki óvanligt á aðalfundum floksins, at tað verða sungnir andaligar sangir.

JENIS AV RANA

Jenis av Rana, sum er formaður í tingbólkinum, legði fyri við at greiða frá norðurlandaráðsfundinum, sum varð hildin í Reykjavík fyri fáum døgum síðani. 

Eisini nevndi Jenis, at hann hevði lagt til merkis seinastu tíðina hvussu nógv orka verður løgd í at bróta niður tann náttúrliga og viðfødda skilnaðin, sum er millum kynini. Sum dømi nevndi hann, at t.d. í USA eru tað menn, sum gera krav upp á at sleppa inn í umklæðingsrúmini hjá kvinnunum, tí teir kenna seg sum kvinna. Jenis segði víðari, at hetta er eitt tekin um, at eitthvørt er við at skaklast, men at tað eru vit kristnu, sum deilvís bera ábyrgdina av hesum, tí vit hava ikki verið tað salt og ljós, sum vit eiga at vera. “Vit eru vorðin sukur heldur enn salt,” tók Jenis til.  

BILL JUSTINUSSEN

Síðani fekk Bill Justinussen orðið, sum í mong ár hevur umboðað flokkin á tingi, og eisini verið landsstýrismaður vegna flokkin. Hann nevndi m.a. tey nýggju uppisjóarvirkini, sum eru bygd undir seinastu samgongu. Bill segði, at Føroyar eiga í dag tey mest framkomnu uppisjóarvirkini, sum finnast í Norðurlondum. 

Eisini kom Bill inn á tað sosiala arbeiði, sum Leif Erik Niclassen hevur gjørt tey seinastu nógvu árini, har hann hevur vitjað illa staddar familjur um alt landið og givið teimum mat, sum hann hevur fingið fyri einki frá handlum, tí vøran er um at fara av dato. Tað sum Bill harmaðist var, at hendan kærkomna hjálpin ikki longur kann flýggjast tørvandi familjum, tí heilsufrøðisliga starvsstovan hevur steðga hesum sambært eini lóg. 

Bill sigur, at hann undrast, at ein slík lóg skal vera í Føroyum, tá tað t.d. í Týsklandi er ein lóg, sum bannar at koyra mat burtur. “Hetta er nakað, sum miðflokkurin fer at hyggja upp á við størsta álvara,” sigur Bill. 

FLOKSSTJÓRNARLEIÐARIN

Floksstjórnarleiðarin Mia av Kák Joensen hevði eisini orðið, har hon m.a. takkaði Karsten Hansen fyri tey fýra árini sum landstýrismaður, har hann hevði lagt nógva orku í landsstýrisarbeiði og at menna  flokkin hesi fýra árini í samgongu.

Eisini nevndi Mia um eitt áhugavert kvinnuátak, sum verður í Føroyum næsta ár. Tað eru kvinnur innan kristnidemokratarnar í Norðurlondum, sum koma til Føroyar at hava eina kvinnuráðstevnu. Mia segði, at hon vónar at fleiri kvinnur í Føroyum, sum hava áhuga í politikki í kristnum samanhangi, fara at melda seg til ráðstevnuna, sum verður í døgunum 7 - 8 mai. 

FLOKKURIN

Flokkurin er fegin um tað arbeiði, sum Karsten gjørdi sum landsstýrismaður, og sannar, at hann legði nógva orku í at menna heilsuverkið, og at ávís týdningarmikil mál vórðu nádd í hansara landsstýristíð.

Eisini metur flokkurin, at nýggja samgongan er veik, tí ivasamt er, um hon altið eigur fleirtali í løgtinginum. Tað kom fram á fundinum, at flokkarnir í nýggju samgonguni uppundir valið, lovaðu ómetaliga nógv á sosiala økinum, men miðflokkurin undrast yvir, at so lítið er hent síðani samgongan kom til. 

Miðflokkurin ynskir at føra ein jaligan og konstruktivan andstøðupolitik, yvirfyri nýggju samgonguni, men ivast eisini í hvussu leingi samgongan megnar at sita. Á landsfundinum vóru tað fleiri, sum bjóðaðu seg fram sum valevni, til eitt komandi val.  

Landsfundurin ásannaði, at tað eydnaðist undanfarnu samgongu at venda einum metarbeiðsloysi til næstan einki arbeiðloysi. 

Miðflokkurin hevur eina heilt greiða støðu, tá tað kemur til nýggja stjórnarskipanarlóg. Um hon ikki eisini fevnir tað ófødda barnið og verjir tað frá gitnan til náttúrligan deyða, so er Miðflokkurin ikki við.  

NEVNDARVAL

Síðani varð lýst til floksstjórnarval. Sum vanligt er, so eru tað altið tveir limir í floksstjórnini, sum eru upp á væl. Hesaferð vóru tað Mia av Kák Joensen og Frank Jacobsen. Afturat teimum vóru tað fimm, sum eisini ynsktu at stilla upp til valið. Mia og Frank vórðu afturvald í nevndina. Mia sum tann fyrst valda við 21 atkvøðum, og síðani kom Frank við 20 atkvøðum. Margretha Kjærbæk, Tórshavn, sum eisini stillaði upp, fekk 18 atkvøður, og gjørdist so statt nummar eitt sum tiltakslimur í floksstjórnini.

Nýggja floksstjórnin hevur ikki enn skipað seg, men kemur at hava fund ein av fyrstu døgunum. 

ORÐASKIFTIÐ

Eisini var lagt upp til orðaskiftið. Eitt lívligt og sakligt orðaskiftið, har nógv áhugavert var uppi at venda, m.a. spurningurin um ognarskatt. Løgtingsmenninir fyri flokkin søgdu, at teir ivaðust onga løti í, at samgongan fór neyvan at tora at reisa eitt mál sum ognarskatt í Føroyum, tí tann føroyska familjusiðvenjan viðvíkjandi at eiga hús er ein heilt onnur enn t.d. í Danmark, har ognarskatturin er ein plága hjá mongum húsaeigarum. 

Kl.20.00 bjóðaði flokkurin luttakarunum ein góðan døgurðabita, og klokkan 22.00 var ein góður og konstruktivur fundur lokin.