Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Miðlatrúvirðið og norðurlendskar virðislønir

Landsstýriskvinnan í Mentamálum, Rigmor Dam, er í morgun farin til Finnlands, har allir teir norðurlendsku mentamálaráðharrarnar skulu hittast.

Á fundi mikudagin verður kjak millum ráðharrarnar, har evnini serliga verða: “Álit borgarans á miðlarnar” og “Norðurlendsk mentanartiltøk í altjóða høpi”.

Á skránni hesar dagarnar eru eisini aðrir kunningarfundir og tiltøk, sum landsstýriskvinnan luttekur á – millum annað verður Norðurlendska Mentanarheiðurslønin 2017 latin mikukvøldið 1. november.

Trý føroysk nøvn eru í uppskoti til at vinna Mentanarvirðisløn Norðurlandaráðsins.

Fyri bókmentir er Sissal Kampmann tilnevnd fyri yrkingasavnið Sunnudagsland.

Fyri barna- og ungdómsbókmentir er Rakel Helmsdal tilnevnd fyri bókina Hon, sum róði eftir ælaboganum.

Í bólkinum fyri tónlist er bólkurin Yggdrasil í uppskotið. Bólkurin varð stovnaður í 1981 og hevur givið 15 plátur og fløgur út.

Úr Finnlandi fer Rigmor Dam til Keypmannahavnar, har hon tann 6. november eisini skal luttaka á einum fundi fyri Norðurlendskar undirvísingar- og granskingarmálaráðharrar.

Evni á hesum fundinum verða “Framtíðar útbúgvingarsamstarv í Norðurlondum” og “Styrkt norðurlendskt granskingarsamstarv”.