Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Lesarabræv: Miðnámsskúli í nýggjum búna

Miðnámsskúlin í Suðuroy er sum nýggjur, eftir at størri umvælingararbeiði er farið fram. Øll brek og manglar eru umvæld í einum fyrimyndarligum samstarvi millum Landsverk og arbeiðstakaran MT Højgaard.

Okkum er sent lesarabræv:

Anders Becker
Entrepriseleder
anbe@mth.dk
+298 280944

MT Højgaard A/S
Postboks 1349
J. Patursonargøta 18
110 Tórshavn
Føroyar
mth.dk

Tað er ein væl umvældur skúli, sum næmingar og lærarar á Miðnámsskúlanum í Suðuroy nú hava fingið, aftaná ábøturnar eru gjørdar, so hann nú stendur sum nýggjur. Síðani skúlin, sum fevnir um Suðuroyar Studentaskúla og Føroya Heilsuskúla, var vígdur í 2009, hevur verið funnist at byggingini orsakað av gjóstri og lekum. Hósdagin 27. november kundu Landsverk og arbeiðstakarin MT Højgaard formliga sláa tvær strikur undir eitt 10 mánaðar konsentrerað og væleydnað umvælingararbeiði, sum eina ferð med alla hevur bøtt um øll brek og manglar.

-Vit hava sæð fram til hendan dagin, til at avhenda ein skúla uttan byggipallar og handverk¬arar til næmingar og lærarar. At búleikast og virka í einum bygningi í 10 mánaðir við byggiruðuleika er long tíð. Vit eru fegin um tað tol og forstáilsi, sum vit hava møtt, meðan arbeitt hevur verið á staðnum. Tað er ikki yvir at dylja, at miðnámsskúlin hevur verið eitt problembarn frá byrjan, men saman við MT Højgaard eru vit komin trygt og effektivt á mál á øllum økjum, og miðnámsskúlin stendur nú sum nýggjur, sigur Barbara Mikkelsen, leiðari fyri Bygging og Nýgerð á Byggideildini á Landsverki.

Styrkiroyndur í regni og vindi

MT Højgaard hevur havt ábyrgd av arbeiðinum, sum varð skipað sum heildararbeiðstøka. MT Højgaard hevur staðið fyri arbeiðinum við føroyskum undirveitarum. Arbeiðið var sera umfatandi, og fevndi m.a. um, at klæðing á útveggum varð tikin niður, umvæld heilt inn til dampsperruna, og settir uppaftur.

Tey nógvu smáu ventilatiónsvindeyguni eru nú útgjørd við alu-listum, sum gevur eina trygga verju móti regn- og vindtrýsti, og tekjan, sum hevur havt sera nógvar lekar, hevur fingið nýggjan dúk á.

Skúlin er tættur nú, og luftskiftisskipanin virkar eftir ætlan. Veðurviðurskiftini í Føroyum seta serlig krøv til bygging. Tíbetur hevur tað regnað og verið nógvur vindur í umvælingartíðini, so loysnirnar hava staðið sína roynd, sigur arbeiðstøkuleiðarin hjá MT Højgaard Anders Becker.

Neyv planlegging

Sjálvt um arbeiðið ljóðar einfalt, hevur tað verið eitt satt putlispæl at umvæla miðnámsskúlan. Tað nógva av tilfarinum er endurnýtt og sett í sama stað sum áður. Fyri at lætta um arbeiðið, menti Anders Becker eina einfalda nummarskipan, so t.d. øll klæðingsbrettini og aftan fyri liggjandi alu-plátur vóru sett uppaftur, sama stað tey vóru tikin niður. Áðrenn arbeiðið varð sett í gongd, varð eitt modell gjørt (mock-up) í støddini eitt-til-eitt fyri hvørt umvælingarøki, fyri at tryggja at øll høvdu felags fatan av, hvussu umvælingararbeiðið skuldi gerast.

- Okkara royndi við umvælingum av verandi bygningum hava víst, at roknast skal við óvæntaðum viðurskiftum, og at ein kann fáa eitt annað úrslit enn tað væntaða orsakað av hesum. Í hesum førinum hava vit gjørt eitt modell fyri hvørt økið, fyri at tryggja okkum, at semja var um, hvussu endaúrslitið skuldi verða, sigur hann.

Samrøða sum amboð

Tað eru ikki bara skrúvur og skrúvumaskinur, sum verða brúkt í sambandi við slík umvælingararbeiði. Samrøður og opinleiki hava somuleiðis verið umráðandi amboð í tilgongdini. Anders Becker og Barbara Mikkelsen hava frá byrjan lagt dent á eitt opið og erligt samskifti og havt fokus á loysnir upp á avbjóðingarnar.

- Um ein tílík verkætlan skal eydnast, skulu allir partar vísa ein góðan vilja. Umvælingar¬prosjekt eru altíð meira trupul, tí arbeiðið skal fremjast í bygningum, sum longu eru tiknir í brúk. Men allir partar hava víst ein góðan vilja og hugburð til verkætlanina. Virðingin fyri hvørjum øðrum og brúkarum skúlans hevur merkt, at vit hava fingið góðar loysnir á ein sera smidligan hátt, sigur Barbara Mikkelsen.

Sjálvt um umvælingarprosjektið bleiv víðkað ávegis, eydnaðist tað at halda tíðarætlanina. Anders Becker stýrdi hesi umfatandi verkætlanini við vikuætlanum, sum tryggjaðu, at allar freistir vóru hildnar.

-Vikuætlanir eru eitt sera týdningarmikið stýringaramboð, sum lýsir uppgávur og freistir hjá øllum. Tað eru rættiliga nógvir handverkarar í eini tílíkari verkætlan, har hvør hevur sína uppgávu. Ætlanirnar gera tað, at øll á plássinum taka lut í verkætlanini og síggja seg sum ein felags bólk við felags máli. Samstundis havi eg eisini brúkt ætlanirnar til vikuligar statussamrøður við brúkararnar á skúlanum, soleiðis at tey hava verið dagførd í byggitilgongdini. Ongin ivi er um, at umvælingararbeiði kunnu elva til ónøgd, tí at tað sjálvandi órógvar brúkaran.Vit hava brúkt samrøðurnar aktivt, so vit hava kunnað viðgjørt alt beinanvegin, greiðir Anders Becker frá.

Ongar vanlukkur

Trygdin á staðnum hevur havt høga raðfesting. Tað hevur nevniliga eydnast at koma á mál við verkætlanini, uttan at nakar skaði er hendur og heldur ongar nærvið vanlukkur gjøgnum alt 10 mánaðar langa umvælingarskeiðið.

- Hetta eru vit ógviliga væl nøgd við. Serliga tá ein hevur í huga, at hetta er ein skúli, har nógv fólk ganga, og har tað er stórur dynamikkur. Vit hava gjørt nógv burtur úr at fáa næmingarnar at skilja, at byggiplássið – serliga har byggipallar vóru settir upp – ikki var eitt stað, ein skuldi halda til í. Hetta hevur verið virt og tikið í stórsta álvara. Vit eru sera fegin um, at vit nú kunnu seta punktum við eina væl eydnaða bygging, sigur Anders Becker.