Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Millum Steinin og Pappírið

Ian McKeever í Steinprenti

Framsýningin, sum letur upp í Steinprenti mikudagin 13.mai verður ein av teimum ordiliga forkunnugu. Tað er tann heimskendi listamaðurin Ian McKeever, sum fer at sýna fram steinprent, ið eru gjørd í januar mánaða í ár og nú í mai. 

Listamaðurin læt upp stórfingna framsýning í Listasavni Føroya 8.mai við málningum og fotomyndum. Á framsýningini í Steinprenti verða nakrar gouache-myndir umframt tær grafisku, men allar eru tær nonfigurativar og ofta fálittar við einum einstøkum berandi liti, einum stórum litflata, sum hongur og sveimar á pappírinum. 

Tað eru mótsetningsríku viðurskiftini millum steinin og pappírið, sum hugtaka Ian McKeever. Megin í teimum stóru, tungu litografisku steinunum, sum summir viga 80 kilo og so tað fjøðurlætta pappírið, ið tilsamans gerast nakað triðja, ið er grafiska listaverkið.

At skapa list er næstan sum at gera vatn til vín heldur listamaðurin, tí tað er at fremja eina grundleggjandi, undurfulla tilfarsbroyting, ið hevjar nakað púra vanligt og trivielt sum litevni og pappír upp á eitt hægri spirituelt, listarligt støði. 

At hetta hevur eydnast honum hesar arbeiðsdagarnar í Steinprenti, sæst á framsýndu verkunum, sum øll eru vælkomin at síggja mikudagin 13.mai klokkan 16-18.

Kinna Poulsen