Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mín meining: Føroyskir handverkarar og Vinnuhúsið

Í grein ,sum stóð at lesa á portalum nú um dagarnar,sigur Vinnuhúsið,at vit skula hava ein opnan arbeiðsmarknað,inneftir og úteftir,hetta hóast vit longu hava eina skipan,sum eftir okkara tykki er alt ov opin. 

Vinnuhúsið metir ikki, at hetta er nokk,tí í kappingini við grannalond okkara um útlendsaka arbeiðsmegi,standa vit enn eftir sum taparar,tí at treytirnar her hjá okkum eru harðari enn aðrastaðni. Vinnuhúsið mælir tí til, at reglurnar um undangóðkenning vera galdandi uttan mun arbeiðsloysið.Sum nú er,er einans gjørligt at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya við undangóðkenning, um arbeiðsloysið í føroyum er undir 6 prosent.

Vit eiga at hava ein opnan arbeiðsmarkna úteftir og inneftir-altíð.Tí hóast tørvurin ikki altíð er sjónligur,er lítið at ivast í,at hann er har –fyritøkur læra seg bara at handla soleiðis, at tær ikki koma í trupuleikar. Sitat: Vinnuhúsið.

Við øðrum orðum: Allur heimurin skal standa opin, og øll arbeiðsleys- um allan heim-skula verða hjartaliga vælkomin at búðseta seg á okkara lítla matrikkulnummari. Her fara vit at gera vart við, at hetta í longdini ikki tænir nøkrum,hvørki føroyskum arbeiðsgevarum ella føroyska samfelagnum. Hetta er ikki annað enn, at spæla við eld,og at spæla við eld er altíð vandamikið.Tí fara vit her at heita á Vinnuhúsið um at seta seg betur inn í eitt slíkt álvarsmál.

Hyggi rundan um tykkum,seti tykkum inn í støðuna í okkara grannalondum.Har eru dømini ræðandi.Vinnuhúsið má gera sær greitt,at tey eru á vandakós,og at tað kann fáa fatalar avleiðingar fyri okkum øll,um vit ikki brúka vanligt vit og skil.Føroyskir politikarar eiga tí at vera á varðhaldi.At føroyski arbeiðsmarknaðurin skal vera víðopin sum tann í ES,fær ein at hugsa um syndarligu støðuna,sum tildømis Danmark er komi í.

Har er støðan alt annað enn góð,talufrælsi er hótt,hatur er íkomin ímillum ymsar partar av fólkinum og politiska skipanin er komin í eina støðu,sum eingin hevði droymt um undan seinasta fólkatingsvali.Tað er ófatuligt, at eitt land við so drúgvum demokratiskum royndum, kann koma í eina slíka støðu. Støðan er einki ørvísi í Bretlandi,eisini har er niðurstøðan hjá teimun flestu,at trupuleikarnir botna í víðopna arbeiðsmarknaðinum,sum hevur verði mótaorð og mantra seinastu mongu árini. 

Hetta hevur verði gott latin hjá búskaparfrøðingum hóast vit dagliga-í mong ár-hava verði vitni til skipanir í Evropa,sum minnir nógv um trælahald. Sum eitt úrslit av hesum hava vit sæð,at óhugnaligar fólkarørslur hava tikið seg upp,rørslur sum eru vavdar upp í ótta og hatur mótvegis øðrum mentanum,innanífrá og uttanífrá. Slíkum hugburði eiga vit øll at taka frástøðu frá, men vit meta tað sum okkara skyldu,at minna á hesar trupuleikar áðrenn ov seint er,og í so máta taka í egnan barm og taka tey stig sum eru neyðug.

Vit halda, at trupuleikin viðvíkjandi manglandi faglærdari arbeiðskraft, í stóran mun eru sjálvskaptir. Eftir okkara fatan er tað vantandi virðing fyri handverksfakinum í er størsta orsøkin til henda mangul og tað eigur als ikki ,at koma óvart á Vinnuhúsið. Vit uppliva ferð eftir ferð, tá lønarsamráðingar hava verði við FAG/FHMF,at einki forstaðilsi hevur verði fyri ,at ein handverkari sum hevur valt at brúka 4 ár av sínum lívi til eina útbúgving í hann kannn liva av,bert verður løntur við uml 11 prosentum meir, í mun til ein í ikki ynskir at fáa sær eina útbúgving. 

At teknisku skúlarnir so eisini eru niðurraðfestir av politisku skipanini,er bert steinur oman á byrðu. Fyrr var tað so, at FHMF verðuliga var okkara samráðingarpartnari,og verðuliga vístu vilja til at loysa teir trupuleikar sum máttu varða.Tann tíðin er tíverri søga.

Seinastu árðini hevur FAG siti við samráðingarborði,og eftirtíðin hevur víst, at teir á ongan hátt hava víst vilja til ,at loysa trupuleikan herheima. Ein kann siga, at lønarmunurin í hesum tíðarskeiði bert er farin skeivan veg,soleiðis at hann í dag liggur á uml 11 prosent.Tað er ikki nógv, fyri eina 4 ára útbúgving. Men, hvat skal ein halda tá sjálvur formaðurin í FAG, sum eisini er formaður í P/F Skalafjarartunnlinum,ikki ein gang hevur álit á føroyskum vinnulívi? Tað halda vit,at hann gav tíðiliga til kennar ísamband við projekteringsarbeiði uppá tunnilin.Tá kann tað ikki verða nemt hjá fyritøkum at bjóða seg fram. 

Er tað undarligt,at áhugin fyri at fara í handverkslæru er so lítil,tá FAG sum nevnt omanfyri,ikki unnir hesum bólki eina brúkiliga løn!Vit halda ikki. Verðuleikin er, at áhugin fyri handverks-útbúgvingum helst hevði verði munandi stórri,um FAG/FHMF vístu eitt sindur meiri virðing fyri fakinum.Tað skal ikki verða nøkur loyna,at føroysku yrkisfeløgini hjá handverkarum eru til reiðar at taka lut í menningini av handaligum útbúgvingum í føroyum.

Tað er eitt stórt vandamál, at tað tekur áleið 22 ár,at vinna tað innaftur,sum ein handverkslærlingur tjenar minni í lærutíðini í mun til ein ófaglærdan.Hetta er ein verðuleiki, sum vit eru noydd at fyrihalda okkum til,og er á ongan hátt motiverðandi fyri okkara ungdóm. Tí hjálpir tað lítið, at grenja um mangul uppá handverkarar og lærlingar,tá støðan er sum hon er. 

Hinvegin uppliva vit javnan, at okkara grannalond hava lagt til merkis,hvør dygd liggur í okkara útbúnu handverkarum.Av somu orsøk er himmalvíður munur millum føroyska sveinaløn og hana sum stendur føroyskum handverkarum í boði uttanlands. Hetta skal ikki skiljast sum eitt ilsinnis gleps eina,men ein staðfesting av verðuleikanum,hvørki meir ella minni.

Okkara royndir við FAG eru, at teir als ikki eru áhugáðir í at samráðast um løn við handverkarafeløgini. Ìstaðin fáa vit smoygdan ein sokallaðan lønar-karm niðuryvir okkum við boðum um,at hetta er tað hini hava fyngi og góðtikið. Hetta verður gjørt,hóast teir væl vita, at handverkarar so helst fara í onnur lond at arbeiða,har inntøkan er til at liva av.

Ein freistast til at halda, at hetta beinleiðis er tankin við tí heila,tí við at halda fram eftir hesum leisti,kann mann billa okkara politikarum inn, at tað stendur so og so illa til viðv handverkarum og, at tað tí er tvingandi neyðugt,at fáa útlendingar hendavegin,at gera arbeiði og harvið halda tímalønini á hesum lága støðnum. 

Greinin hjá Vinnuhúsinum nú um dagarnar,um at taka allar forðingar burtur,undirbyggir bert okkara pástand,og berð boð um at so er. Hetta er annars sami leisturin,sum er kendur frá øðrum londum,munurin er tó at okkara grannatjóðir hava sæð vandan í hesi gongdini,og rópa varskóð og onkur danskur politikari nevndi nú um dagarnar enntá,at eingin meining er í at stovnseta fleiri arbeiðspláss,bert til útlendingar at mannað,meðan danir sita heima og trilla tummilfingrar.Tíverri eru vit ikki komin hartil enn í føroyum,men kundi hent, at vit ein dag vakna við kaldan dreym.

Í greinini vísir FAG á, at tað er tann høgi lønarskatturin sum er stórsti trupuleikin,men hetta er bert ein partur av sannleikanum.Spyrt tú handverkaran, um hví tað er meiri attraktivt,at arbeiða uttanlanda er svari typiskt hetta: 1)Lønin er munandi betur. 2)Skatturin er munandi minni.3)Frítíðin er munandi betri. 4)Trygdin er í hásatið. Út frá hesum má staðfestast, at tað ikki bert er lønarskatturin sum er trupuleikin,sum Vinnuhúsið annars rør fram-undir.

Tað er eisini ein sannroynd, at FAG/FHMF ynskja at lønarmunurin framhaldandi skal verða millum nakað og einki.,so ótrúðligt tann enn kann tykjast.(útlendingar grenja jú ikki í sama mun sum føroyingar)og harvið liggur meiri eftir í lummanum hjá arbeiðsgevaranum.

Okkara niðurstøða er tí, at FAG/FHMF sjálvi hava skapt henda trupuleika og, at mynduleikin eigur at melda greitt út,fyri hvønn ella hvørji tann føroyski arbeiðsmarknaðurin er ætlaður,føroyingum ella útlendingum,sum bert koma her fyri styttri tíðarskeið.Hetta skal á ongan hátt skiljast negativt fyri teir útlendingar sum eru búsettir í landinum, teir skula verða hjartaliga vælkomnir. 

Fyri tíð síðani , úttalaði okkara løgmaður seg um, at handverkarar bert kundu samráða seg um eina hagri løn,ístaðin fyri at grenja,hann burdi vita, at tað helst skula tveir partar til at samráðast.

Henda útsøgn hansara vísir bert,hvussu ófatuliga lítið innlit hann hevur í arbeiðsmarknaðin,ella tosar hann ímóti betri vitan.

Eli Brimsvík,formaður
Havnar Handverkarafelag.