Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mínboks verður nú partur av Talgildu Føroyum

P/F Mínboks og Gjaldstovan hava gjørt sáttmála um, at Gjaldstovan yvirtekur skipanirnar í felagnum fyri 5 mió. kr. Hetta er fyrsta stigið, at Gjaldstovan tekur yvir báðar loysnirnar í P/F Mínboks, sum eru Mínboks og Mínlykil. 

Við hesum hevur Gjaldstovan fíggjarligu ábyrgdina og fær samstundis fulla ávirkan á loysnirnar. P/F Mínboks, sum Posta og Elektron eiga í felag, heldur fram at hava rakstrarligu ábyrgdina. Í seinasta lagi 31. desember í 2018 yvirtekur Gjaldstovan loysnirnar fult og heilt.

Partarnir eru samdir um, at hetta er eitt skilagott stig, og Gjaldstovan sær stórar møguleikar í loysnunum í sambandi við verkætlanina Talgildu Føroyar.

Meira um avtaluna kann lesast her: https://gjaldstovan.fo/Gjaldstovan/kunning/tidindi/minboks-verdur-nu-partur-av-talgildu-foroyum/
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Nicolai Mohr Balle á tel. +298 79 24 24 ella á telduposti nicolai@talgildu.fo ella á www. talgildu.fo