Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Minkurin útstappaður

Sum borgarstjórin lovaði, tá minkurin endiliga var handtikin og skotin eftir størstu brotsmannajakt í Føroyum í nýggjari tíð, so er minkurin nú útstappaður.

Tað er Jens Kjeld Jensen í Nólsoy, sum hegnisliga hevur útstappað minkin, sum borgarstjórin nú hevur standandi á skriviborðinum.

Hann verður tó ikki standandi leingi, tí bæði skúlar og barnagarðar hava biðið um at fáa vitjan av minkinum, sum fyrsta dagin fer á rundferð.