Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

MINNISBROT FRÁ B36-BELFASTTÚRI 4. - 8. juli í 2014

Vit bæði fóru við henda túr saman við eini seksti góðum fólki.

Búðu á Hilton. Vit høvdu næstan tríggjar dagar at ráða yvir og vit vóru tveir ferðamannatúrar við taksabilum og hugfarsligum sjaførum. Sjálvandi gingu vit eisini sjálvi í býnum. Vitjaðu handlar og onkra pub.

Fyrsti túrurin var sunnudagin og koyrdu vit runt og hugdu eftir søguligum plássum frá óloysiliga stríðnum í á ein hátt hevur vart síðani innrásina av mest skotum, sum við hervaldshjálp róku katolikkarnar út í hagan og tóku alla tað góðu jørðina.

Í løtuni er hampuliga friðarligt, men sum ferðaleiðarin segði so er stríðsmálið óloyst og krígsvandin úlmar alltíð.

Millum trý og fýratúsund fólk eru deyð av krígsávum seinastu fjøruti árini.

Katolikkarnir vera nevndir unionistar tí teir vilja leggja saman við Írlandi. Protestantarnir kallast loyalistar og orangistar tí teir vilja onga ríkisrættarliga broyting hava, og fáa hjálp frá eingilska herinum tá á stendur.

Í hesum døgum riggaðu Orangistarnir til skrúðgonguna 12. juli. Tað er hvørt ár. Eisini riggaðu teir til bál ymsa staðni í býnum. Hetta vóru bál av plattum eini 10-15 metur høg, og nakað tað sama í grundflatu. Stórarbeiði. Leygarkvøldið skuldu bálini brennast, og ovast á bálið verur sett eitt írskt flagg!

Í øllum býlingum har protestantar búgva flaggaðu tey á hvørjum steyra við Union Jack, eingilskum flaggi og Ulsterflaggi.

Leygardagin ætlaðu katolikkarnir sær at vera inni og bíða til provokasjónin hasar av.

Eitt vit sóu var ein stórur málaður húsaskjøldur. Myndin vísti ein ungan mann sum var hetja og martýrur hjá orangistunum tí hann var blivin skotin til deyðis, aftaná at hann hevði skotið og dripið fleiri enn 20 katolikkar.

Nakað uttanfyri Belfast er ein nokso stórur býur har eingilska hervaldið heldur til. Ein veldigur bygningur hýsir MI5. Njósnaradeildin. Tey lokalu eyknevna býin Hollywood. Býurin kundi eisini itið Little England.

Stríði snýr seg als ikki um religión segði maðurin. Tað snýr seg um makt og pengar. Og at veiða blokk úr Englandi og EU!

Man hetta vera nakað vit kenna til í Føroyum!

Annars er arbeiðsloysi methøgt. Serliga hjá katolikkunum.

Man norðurírska kreppan vera óloysilig?

Tað sýnist so, men katolikkarnir fáa væl av børnum aftur í móti protestantunum, so um ikki so mong ár vera teir í meiriluta, og fara tá at krevja innliman í Eire.

Spennandi verður.

Túrurin endaði so við dystinum ímillum Linfield og B36. Okkara menn vóru knáir og raskir, og taptu ikki. Javnleikur 1-1. Men við eitt lítið sindur av hepni so kom B36 víðari í kappingini!

Á katólskum pubbum hildu tey við B36, tí Linfield er protestantiskt.

Men stuttligt og deiligt var at merkja at vit kanska 60 føroyingar vunnu áskoðaradystin. Teir kanska 1500 Linfieldfjepparar muntu lítið aftur í móti.

Hanus Vang