Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Minnist til útlendsku starvsfólkini

Vinnuhúsið heitir á allar arbeiðsgevarar, sum hava útlendingar í starvi, um at tryggja, at útlendingar eru kunnaðir um støðuna við COVID-19

Vinnuhúsið:

Arbeiðsgevarar mugu í hesum døgum átaka sær eina víðkaða skyldu at syrgja fyri, at útlendsk starvsfólk fáa greiða kunning um støðuna og almennu tilmælini fyri atburð í sambandi við coronavirus COVID-19.
 
Eisini má arbeiðsgevarin tryggja sær, at útlendsku starvsfólkini skilja tilmælini, sum myndugleikarnir hava fráboðað.
 
Um so er, at starvsfólk av útlendskum uppruna mugu í sóttarhald, má arbeiðsgevarin tryggja, at hesi hava nøktandi liviumstøður.
 
Á heimasíðuni www.corona.fo er kunning, sum tit kunnu brúka. Kunningin er eisini á enskum máli.
 
Atgongdin til landið er nú avmarkað, men enn ber til at ferðast í arbeiðsørindum. Øll ferðandi skulu gjøgnum passeftirlit í Vága Floghavn og eisini í Kastrup. Arbeiðsfólk skulu veita prógv fyri, at tey hava arbeiðsørindi í Føroyum.
 
Heitt verður á útlendska arbeiðsmegi um at hava pass, arbeiðsloyvi og arbeiðskontrakt/setanarbræv til reiðar við passeftirlit, so tað verður lættari at koma gjøgnum marknaeftirlitið.
 
Somuleiðis eru tit eisini vælkomin at venda tykkum til okkum í Vinnuhúsinum um hesi viðurskiftini. Antin á tlf 309900 ella við telduposti industry@industry.fo.