Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Minst til at boða frá luttøku á aðalfundi hjá Tryggingini

Um tú ert tryggingartakari hjá Tryggingarfelagi Føroyar og ætlar tær at luttaka á aðalfundinum fríggjadagin, er neyðugt at tú skrivliga boðar frá luttøku 2 dagar áðrenn fundin

Fríggjadagin 24. apríl kl. 17 verður ársaðalfundur í Ognarfelagi Tryggingartakaranna í hølunum hjá Eik Banka, Yviri við Strond 2 í Havn.

Ert tú tryggingartakari hjá Tryggingarfelagi Føroyar, hevur tú rætt at møta á aðalfundinum, men treytin er, at tú í seinasta lagi 2 dagar áðrenn skrivliga boðar frá luttøku til høvuðsskrivstovuna. Á fundinum hevur tú talurætt, men ikki atkvøðurætt. Hendan rættin hava umboðsráðslimirnir vegna allar tryggingartakararnar.

Fýra uppskot til viðtøkubroytingar eru komin inn, harav undirritaði eigur tey tvey og nevndin hini bæði. Skal her stutt greiða frá mínum uppskotum.

Val av fundarstjóra
Viðtøkurnar áseta, at aðalfundurin verður stýrdur av einum av nevndini valdum fundarstjóra.

Hetta er heilt burturvið, tí tað er júst á hesum fundi, at nevndin skal standa tryggingartakarunum og umboðsráðnum til svars fyri farna árið.

Havi tí skotið upp, at tað er aðalfundurin, sum skal velja fundarstjóran.

Legði eisin sama uppskot fram á seinasta aðalfundi, men tað fekk bara 3 atkvøður frá teimum 35 umboðsráðslimunum!

Áseting viðvíkjandi avlopi ella tapi
Undir pkt. 2 í dagskránni í ársaðalfundarlýsingini stendur m.a. hvussu møguligt avlop ella tap, sambært roknskapinum, verður nýtt, sí § 29, stk. 3 í viðtøkum felagsins. Men veruleikin er, hetta als ikki verður umrøtt …

… tí í § 29, stk. 3 stendur, at avlop ella tap sambært roknskapinum verður at flyta til næsta ár.

Sostatt er ikki møguligt hjá aðalfundinum at umrøða, hvussu avlop ella tap sambært roknskapinum verður nýtt.

Legði eisini sama uppskot fram á seinasta aðalfundi, men eisini tað fekk bara 3 atkvøður frá teimum 35 umboðsráðslimunum!

Men hertil er at siga, at advokaturin hjá Tryggingarfelagnum beint undan aðalfundinum villleiddi umboðsráðið við einum pástandi um, at ein møgulig útlutan av avlopinum fór at verða skattað við 79%!

Undirritaði vísti á, at hetta var beinleiðis skeivt, tí sambært Taks verður útlutan skattað við 35%. Hetta er eisini seinni partsvíst váttað av grannskoðara felagsins.

So áhugavert verður at síggja, um uppskotið hesuferð fær fleiri enn 3 atkvøður.

Johan Petersen, umboðsráðslimur