Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mynd: Páll Poulsen

Misnýtt “pumpu” verkætlan um makrel

Verkætlanin “At fiska makrelin við Føroyar so skynsamt sum gjørligt, fáa bestu góðskuna og fáa betra prísin á besta marknaðinum“ var í 2010 avvíst av Fiskimálaráðnum, men innihaldið í verkætlanini var latin øðrum feløgum at arbeiða eftir.

Søgan um nógva makreltilfeingið við Føroyar

Í samband við at tilfarið, varð gjørt, ið fekk føroyingar at krevja nógv størri part av makreltilfeinginum. Tað sama tilfarið ið gjørdi, at Føroyar brutu út úr makrelsamstarvinum við grannar okkara. So má ásannast at hetta var byrjanin uppá eina tilgongd, ið hevur bjarga tí føroyska búskapinum seinastu trý árini.

Fyrsta avbjóðingin, ið arbeiðast skuldi við, var at fáa føroysku myndugleikarnar at trúgva uppá, at meira makrelur var við Føroyar enn áður hildið, og at parturin hjá Føroyum í hesum fiskiskapi var alt ov lítil.

Hetta eydnaðist, hóast sterka mótstøðu, frá flest øllum bæði í vinnuni og politikarum, men eftirfylgjandi hevur fiskiskapur víst, at uppáhaldið um at nógvur makrelur var í føroyskum sjógvi var rætt. Tað er helst meira makrelur við Føroyar enn upprunaliga mett.

Í byrjanini var sera hørð mótstøða ímóti at fiska makrel í føroyskum sjógvi. Størsta mótstøðan bygdi á, at makrelurin ikki skuldi verða mannaføði ella í besta fall kundi seljast fyri ein spottprís. Pelagiska virkið í Kollafirði, ið Varðin, Framherji og Notio saman við Eik áttu, var eisini stongt í 2008 tí eigararnir sóu ongar møguleikar í hesum. At steingja hetta virkið sigur sera nógv um tær visiónir, ið tá vóru í samband við uppisjóðarfiskiskapin við Føroyar.

Virkið í Kollafirði hevði verði virkið síðan 2001 men valdu føroysku uppisjóvarskipini heldur, at landa veiðuna í grannalondum okkara enn at avreiða veiðuna í Kollafirði.

So trupulleikarnir vóru tvídeildir, eitt er at fáa nøgdina, men nakað annað er at fáa teir góðu prísirnar. Pástandurin um at makrelur veiddur í føroyskum sjógvi nærum ikki var mannaføði fylti nógv tað tíðina. Hetta grunda á, at makrelurin um summarið er so feitur og fullur av æti. Sera nógv er og hevur verið gjørt burtur úr, at makrelurin við Føroyar hevur ikki sama virði sum hann hevur seinri uppá árið í norskum sjógvi.

Ein av høvuðsavbjóðingunum var at marknaðurin einki kendi til føroyskan makrel, og at føroyingar ongan fiskiskap hava haft við Føroyar eftir makreli. Tann best betalandi marknaðurin fyri makrel er Japan og er gjørligt at selja føroyskan makrel har, ja so er góðskustemplið í lagi.

Hesar avbjóðingar høvdu vit í tonkunum longu í 2009, tá ið tilgongdin um makrel byrjaði.

Pumpuroyndarverkætlan í 2010

Fyri at klára omanfyri nevndu avbjóðingar var neyðugt at hugsa nýtt.

Ì hesum arbeiði kom tankin um at royna eina pumpuskipan, og eftirfylgjandi er hugskotið búna enn meira til tað, sum tað er í dag. Ein pumpuskipan til at pumpa so hvørt sum fiskað verður, var frammanundan bert nýtt til krill í suður íshavinum.

Vit settu okkum í samband við Havstovuna og Vónina um hesa ætlan og vístu bæði ætlanini áhuga. Vit fingu eisini norska professaran: Ragnar Olsen, at meta um hvussu tað kom at ávirka makrelin at hann varð fiskaður á henda óstressaða hátt. Hansara meting var sera positiv.** Tann 27-07-2010 ( uml. 1 mánað áðrenn partrolararnir fóru undir at fiska makrel) sendu vit inn umsókn um at fáa royndarkvotu til at sleppa at fiska við smærri skipum og at pumpa makrelin inn til eitt móðurskip ímeðan toga varð. Móðurskipið skuldi arbeiða makrelin undan so hvørt, sum hann kom innanborða. Okkum kunnugt var hetta einasta umsóknin um royndarloyvi í 2010.

Neyðugt er at kvota verður avsett til endamálið fyri ikki at skula skunda sær (í hesum føri er hastverk - lastverk)

Vit trúðu so nógv uppá okkara ætlan, sum longu frá byrjan vildi kunna prógva at hesar avbjóðingar kundu loysast, at vit keyptu tvey skip í august 2011 til hesa verkætlan og søktu fyri triðju ferð um at fáa møguleikan at seta hesa verkætlan í gongd.

Endamálið við verkætlanini var at fáa svar uppá fylgjandi spurningar :

1. Ber til at veiða og samstundis pumpa fiskin livandi óskaddan úr posanum. . (hesin parturin er avprøvaður).

2. Ber til at veiða meira selektivt, td størri miðal stødd á makreli og hjáveiðan “sildin” setast útaftur óskala. (hesin parturin er enn ikki avprøvaður).

3. Kann makrelurin, veiddur í føroyskum sjógvi um summarið, geva sama ella betur prís, enn tá hann er veiddur um heysti. T.d við at klára at selja føroyskan makrel á Japanska marknaðinum (hesin parturin er enn ikki avprøvaður).

4. Kann veiði profilurin verða grønari enn í dag. Við at fiska við munandi minni orku pr. kg. fisk enn vit kenna til í dag. Her verður hugsa um at nýta smáar trolarar við lítlum motorum – burtur frá nøgdarmentaliteti og inn við góðskumentaliteti. (hesin parturin er enn ikki avprøvaður).

Var endamálið rokkið, so kom tað at hava sera stóra ávirkan á hvussu føroyska økið verður virðismett í framtíðini. Vit høvdu sera góðar vónir um at røkka hesum málum.

Tann fyrsta umsóknin hevur helst verið ov tíðliga á veg, og hevur politiska skipanin ikki verði búgvin til slíka nýhugsan.

Misnýtsla av verkætlanarupplýsingum

Henda ætlan var hildin sera loynilig at byrja við, tí vóru vit sera bilsnir, tá vit skamma stund eftir hoyrdu frá fólki í politisku skipanini um hesa ætlan. Minnast skal til at verkætlanin var send inn í trúnaði og at hon ikki skuldi sendast til viðmælis ella hoyringar nakrastaðni. Talan var um sera virðismiklar nýggjar loyniligar upplýsingar fyri okkum – intellektual property.

Søgan er hendan :

Tann 27-07-2010 sendu vit inn umsókn um at fáa royndarkvotu til pumpuverkætlanina.

Tann 12-08-2010 høvdu vit fund við Fiskimálaráðið og var fullfíggja ætlanin framløgd fyri fiskimálaráðharran v.f..

Fiskimálaráðharrin hevur helst mett ætlanini at verða áhugaverda tí tann 04-10-2010 høvdu vit eina fullfíggjaða framløgu fyri Føroya Landsstýrið (kopi av framløguni ”34 slides” var latin til umsitingina tann 04-11-2010). Vit vita at felagið Nótaskip v.f. vóru í Landsstýrinum fyri at gera teirra støðu greiða tann 08-10-2010, á hesum fundi hevur okkara ætlan verði frammi og hava embætisfólk og vinnan niðurgjørt (sí, aðrastaðni í blaðnum, grein um Kolumbusar egg) og mótmælt hesari verkætlan.

Svarið var noktandi. Vit søktu aftur 17-01-2011 og aftur noktandi svar. Okkum kunnugt var hetta onnur av tveimum umsóknum í 2011, hin umsóknin snúði seg um at fiska við húki.

Í 2012 vísur tað seg sum um at týdningurin av at fáa rætta prísin fyri makrelin er gingin upp fyri fólkinum, og politiska skipanin hevur áhuga at seta kvotu av til vinnuligt endamál.

Vit søktu aftur um royndarloyvi til omanfyri lýstu pumpu verkætlan tann 06-02-2012. Okkum er upplýst at JFK sendur inn umsókn um royndarkvotu til eina pumpu verkætlan tann 02-04-2012 og at Varðin sendi inn umsókn um eina royndarkvotu til eina pumpu verkætlan tann 13-04-2012. Sigast kann, at umsókn teirra er sera meinlík pørtum av okkara umsóknum frá undanfarnum árum við tilhoyrandi tilfari.

Komnir út í mai mánað hoyrist at Vinnan í Gøtu, í loyndum, framdi royndir við einari pumpu har pumpað bleiv beinleiðis ímeðan trolað verður – tá vórðu vit ikki yvirraskaðir og tó - hesir menn hoyra júst til sama bólk, ið høvdu verið inni í politisku skipanini og mótmælt okkara verkætlan í 2010. Enn merkisverdari gjørdist hetta, tá ið tað hoyrdist at royndirnar vóru gjørdar við kvotu frá Havstovuni.

At Varðin vil royna eina tílíka ætlan fyri at royna at økja um teirra veiðuvirði, er púra natúrligt. Varðin hevur boða frá, at teir fáa yvir ½ mió. kr meira fyri hvørja last við pumpaðum makreli, sammet við vanliga veiddan makrel.

Tað er nærliggjandi at hugsa, at partur av hesari ætlan hevur verði, at leggja út fótonglar, soleiðis at vit ikki skuldu koma ígongd við verkætlan okkara. Um so var, so hevur hesin taktikur eydnast til fuldnar, tí nakrir politikarar bitu gleðiliga á.

Vit ivast ikki í, at hugskotið stavar beinleiðis frá okkara verkætlan

Tá so tíðindafólk frá Dimmalætting byrjaðu at spyrja um verkætlanina, sum teir høvdu fingið innlit í frá Fiskimálaráðnum – (vit vóru ikki spurdir, áðrenn alment innlit var givið) - tí valdu vit at svara alment og var hetta fyrstu ferð at vit alment úttalaðu okkum um verkætlanina.

Vit minnast jú, at felagið nótaskip hevði eina framløgu í vár fyri innbodnum, har ein eftirmeting var gjørd av makrelfiskiskapinum í fjør, og hvussu teir mettu at fiskiskapurin skuldi verða í framtíðini. Teirra ”Endlösung ” fyri makrelin, var uppskot um at gera semju við ES og Noreg hvar ið føroyingar skuldu verða nøgdir við ein nógv minni part av kvotuni enn krav er gjørt uppá. Hesa kvotu skuldu so limirnir hjá felagnum Nótaskip fiska og avreiða fyri sama virði, sum makrel fiskiskapurin gav í 2011.

Ikki sørt skelkandi boðskapur, sum tíanbetur ikki hevur fingið viðhald ”enn”.

Sera ivingarsom málsviðgerð í Fiskimálaráðnum

Vit hava fingið svar uppá umsókn okkara, jú okkara ætlan líktist sera nógv ætlanunum hjá hinum JFK og Varðanum. Ein kundi til skemtunar sagt, at sjálvandi er vanligt, at upprunaskjalið líkist margfaldinum. Umsóknirnar fingu allar játtaðar 1000 tons til endamálið tí tær vóru so líkar at ikki kundu takast dagar ímillum tær.

Hesin framgangsmáti kann undra, tí alment innlit er givin í umsóknirnar og hevur okkara umsókn fingið sera nógva og drúgva viðgerð bæði í Dimmu og í Kringvarpinum, so at skriva av er eingin trupulleiki.

Tað er, at fegnast yvir, at føroyingar nú byrja at síggja tað virði sum vit hava sæð alla tíðina, og hvat virðið uppsjóvarfiskurin kann hava fyri Føroya land. Hetta vil hjálpa øllum ómetaliga nógv til komandi samráðingar.

Um politikararnir høvdu loyvt okkum í gongd beinanvegin, sum umsókn okkara var innlatin, so hevði veiðivirði seinastu árini verði økt fleiri hundrað milliónir umframt, at argumentini fyri at makrelurin við Føroyar hevur eitt høgt virði.

Spell er bert, at vit, ið vóru við til, at koma við grundgevingunum fyri at fáa meira makrel og sum komu við mátanum at fáa meira virðir fyri henda sama, skulu fyri einhvønn prís haldast burtur. Tí tað er ikki ein spurningur um at geva kvotu ella ikki, nei tað sum er umráðandi er at teir útvaldu skulu hava alt og aðrir einki.

Hetta er ein politisk avgerð, ið ikki er stimbrandi til at gera nakað sum helst, hvørki fyri ein sjálvan ella Føroya land. Boðskapurin er heldur tvørturímóti.

Um politikararnir vilja gera Føroyar til eitt land, sum fólk flyta til og hvar íverksetan og áræði skulu verða í hásæti so kann sigast at móttøkan og viðgerðin, ið verkætlan okkara hevur fingið, er als ikki í tráð við hetta endamál.

Eins og nevnt fyrr í greinini eru 3 av 4 málsetningum av verkætlanini enn eftir at gjøgnumføra og meta vit framvegis, at okkara upprunaliga ætlan eigur at fáa møguleika at verða gjøgnumførd av okkum. Vit halda ikki at tað er rætt og rímuligt at okkara uppskot og visiónir bert skulu virka sum hugskotsbanki fyri aðrar.

Meinhard Jacobsen

Árni M Dam

Hans Andrias Joensen