Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Misskiljingar av Atlantsflog-prospektinum

Orðaskifti hevur tikið seg upp í sambandi við eigaraviðurskifti í Atlantsflogi, har ið Føroya landsstýri, sum flestum kunnugt, er meirilutaeigari við tveimum triðingum av felagskapitalinum.

Í hesum sambandi skrivar Tíðindablaðið Sosialurin í oddagrein tann 13. mars 2013 soleiðis um, at landsstýrið skal hava givið lyfti um at selja enn ein triðing av felagnum:

" ... sambært Johan Dahl, so er einki lyfti um tað – og tá landsstýrismaðurin, sum hevur ráðharraábyrgd, sigur, at »tað stendur ongastaðní í prospektinum«, so er tað beinleiðis lygn. Tí tað stendur í prospektinum, at seinni triðingurin eisini skal einskiljast".

Henda orðing í oddagreinini er í ósamsvari við veruleikan og krevur hóskandi svar og grundgeving.

Í prospektinum fyri børsskrásetingina av Atlantsflogi stendur positivt, at ætlanin um at selja næsta triðingin av felagnum kann verða broytt ella slept.

Her vísi eg til virðisbrævanotuna pkt. 1.1.4. Har stendur m.a.:

“According the explanatory memorandum to the law on privatisation of Atlantic Airways the continued plan is to sell additional 33% subsequent to the listing to institutional investors. With a parliamentary election coming up this plan can be changed or aborted".

Lat meg greina hetta nærri. Orðið "aborted" hevur í hesum samanheingi tann týdning, at øll ætlanin um at einskilja næsta triðingin av Atlantsflogi kann verða slept. Í samandrátti eru fylgjandi trý viðurskifti relevant fyri orðaskiftið og oddagreinina í tíðindablaðnum:

• Í alt 341.550 partabrøv, svarandi til 33 % av samlaða felagskapitalinum, skuldu bjóðast til sølu

• Táverandi landsstýrið hevði ætlanir um at selja institutionellum íleggjarum 33% av felagskapitalinum afturat, eftir at Atlantc Airwais varð skrásett á virðisbrævamarknaðinum

• Íleggjararnir vórðu positivt ávaraðir um, at við einum komandi løgtingsvali kundu hesar ætlanirnar verða broyttar ella sleptar.

Hetta merkir, at onki lyfti er givið um, at næsti triðingurin av felagnum skal seljast.

Johan Dahl

landsstýrismaður í vinnumálum