Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nógv børn, ung og vaksin hava upplivað bæði likamligan og sálarligan løst og at missa onkran av sínum næstu. Tað kann vera trupult at tosa við onnur um tað. Ein aftrar seg kanska, og tað kennist, sum at hini tora ikki at tosa við ein um tað, sum er sárt.

Missur og sálarligur stoytur í familjuni

Nógv børn, ung og vaksin hava upplivað bæði likamligan og sálarligan løst og at missa onkran av sínum næstu.

Tað kann vera trupult at tosa við onnur um tað. Ein aftrar seg kanska, og tað kennist, sum at hini tora ikki at tosa við ein um tað, sum er sárt.

Hevur eitt barn ella eitt ungt fólk verið fyri likamligum ella sálarligum løsti, ella sjúka, misnýtsla ella missur hava rakt familjuna, kennist lívið ikki trygt longur. Ikki kann væntast, at tá ið eitt sindur er fráliðið, ”er vunnið á tí”. Sálarligi stoyturin ger vart við seg í mongum ymiskum førum og á ymiskan hátt.

Dentur verður lagdur á at stuðla familjuni at fóta sær aftur, tá ið gerandisdagurin er farin av kós av sálarligum stoyti. Stoyti, ið hevur gjørt skilnað og tvístøður í familjuni, so at samskiftið er merkt av ov nógvum varsemi og “óhepnum” eyðkennum.

Á evnisdegnum greiðir Inge Kardahl frá ástøði og dømum úr egnum yrki. Venjingar og hugleiðingar vera í lítlum bólkum.

Á evnisdegnum fært tú eisini innlit í, hvussu Inge Kaldahl arbeiðir við narrativari traumuviðgerð í familjuni, úr sjónarhorninum og við trivnaðinum hjá barninum/tí unga í miðdeplinum.

Tíð: Hósdagin 19. mai 2016, kl. 09.00 - 16.00
Stað: Veistluhøllin á Landssjúkrahúsuinum

Kostnaður: kr. 1500,- við mati. Gjaldast á konto í Eik, kontonr. 9181 – 120.100.1. Viðmerk “skeið 19. mai”.

Tilmelding: Áhugaði kunnu tekna seg ella fáa meira at vita við at ringja á telefon 317959, ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo. Freistin at melda til er týsdagin 10. mai 2016.

Málbólkur: Fólk, sum bæði í arbeiði og vanliga hava samband við onkran, sum í rúmari merking hevur verið fyri missi og sálarligum løsti, t.d. lærarar, námsfrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar, sálarfrøðingar, prestar, læknar, heilsuhjálparar og heilsurøktarar, sosialráðgevar, familja og vinfólk.

Skeiðslærari:
Inge Kaldahl, sálarfrøðingur, sum rekur ”Psykologisk Livssamtale Praksis” - www.ingekaldahl.dk  

Aftrat sínum arbeiði sum sálarfrøðingur og leiðari í ráðgevingini hjá Kræftens Bekæmpelse í Norðurjútlandi, á hospice og í psykiatri, hevur hon eisini arbeitt hjá Móður Theresu í Calcutta í India.

Inge sær seg sjálva sum ein fylgisneyta, sum í samrøðuni fylgist við menniskjanum í tí, sum leikar á, kennist svárt og ofta ótolandi. Hon hevur verið um nógv, sum av lívshóttandi sjúku, sálarsjúku, missi og kreppu hava havt tørv á stuðli at koma til sættis við tað, sum hevur rakt tey og tikið tey av fótum.