Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

MMR kemur við lemjandi niðurstøðu

Í samband við klaguna um starvssetan av tíðindaleiðara, er niðurstøðan ein lang og lemjandi staðfesting av starvssetanini, og kann bara tulkast, sum ein boðskapur til Kringvarpsstýrið um, at rætta teir graverandi skeivleikarnir, sum í dag valda í Kirngvarpinum. Hóast Mentamálaráðið staðfestir eina rúgvu av skeivleikum, so er niðurstøðan tó, at setti tíðindaleiðarin kann vera sitandi. 

Mentamálaráðið átalar, at stjórin og setanarbólkurin í Kringvarpinum, ikki loyvdi einum væl skikkaðum umsøkjara at koma til setanarsamrøðu. Tað er ein ávaring til Dia Midjord. 

Mentamálaráðið skrivar m.a.: 
Um serliga verður hugt eftir førleikunum hjá fyrra av omanfyri nevndu umsøkjarum, hevur hesin nomið sær útbúgving sum journalistur í fyrra pari av 1990’unum; umsøkjarin hevur drúgvar royndir sum journalistur ymsastaðnis í Føroyum og fleiri staðnis í Noregi, eitt nú á kendum norskum tíðindamiðli, og harumframt hevur viðkomandi gjørt sær viðkomandi royndir í Onglandi.

Hesin umsøkjarin hevur eisini verið redaktørur og starvast við menning av heimasíðum í Føroyum og Noregi, og hann hevur starvast á fleiri netavísum, og harvið hevur hesin umsøkjarin allarhelst eisini KT-førleika og málsligan førleika, sum krevst sambært starvslýsingini. 

Umframt fleiri leiðsluskeið á Institutt for Journalistikk, hevur hesin umsøkjarin havt leiðsluroyndi, tá ið ávísur norskur miðil bleiv umskipaður frá vikuavís til vikumagasin. Mentamálaráðið fer sostatt at geva Kringvarpi Føroya eina átalu fyri ikki at bjóða einum tílíkum persóni til setanarsamrøðu vísandi til vantandi journalistiskar førleikar, sbr. fundarfrásøgn frá fundi í setanarbólkinum tann 21. nov. 2013 og frágreiðing frá stjóranum dagfest 28. nov. 2013. 

Serliga kemur henda átala til sín rætt, tá ið Kringvarp Føroya í einari breiðari lýsing eftir tíðindaleiðara til deildina Aktuelt við nøkrum fáum umsøkjarum ikki so mikið sum tekur minstamarkið av umsøkjarum inn til samtalu sambært vanligari siðvenju innan almenna setanarpolitikkin, tá ið endamálið við setanarpolitikkinum er at finna fram til best skikkaða umsøkjaran at røkja til eitt alment leiðarastarv í Kringvarpi Føroya. 

Men av tí at hesin eini umsøkjarin ikki var einasti umsøkjari, sum leyk øll av settu krøvunum til umsøkjarar í breiðu starvslýsingini, og nýggj avgerð ikki neyvturvuliga hevði havt við sær, at hesin umsøkjarin hevði fingið starvið, og at Liljan Weihe eftir meting Mentamálaráðsins eisini lýkur øll førleikakrøvini í umsóknini, og at leiðslurætturin gevur arbeiðsgevara stórt rásarúm at gera metingar í, tekur Mentamálaráðið avgerðina hjá Kringvarpi Føroya til eftirtektar. 

Mentamálaráðið fer tó, í komandi viðgerðum av starvsumsóknum, at heita á Kringvarp Føroya um at taka størri atlit til setanarsamrøður, soleiðis at hesin parturin av viðgerðini verður í samsvari við venju innan setanarpolitikk landsins, stendur m.a. í niðurstøðuni.