Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mong fiskivinnumál tykjast at vera djúpt kriminel og eiga tí at vera send løgregluni til kanningar beinanvegin

Tað er óhoyrt á Føroyalandi, at milliardir, ið hoyra landskassanum -harvið øllum fólkinum til, verða stungnar í privatar lummar, og tað við politiskari vitan og vælsignilsi. 

Og tað er eisini óhoyrt, at útlendskar mammutfyritøkur fáa loyvi til ótarnaðar at floyma inn á okkara fiskileiðir og í samstarvi við føroyskum strámonnum turrmjólka tað, ið føroyingar við tógvi stríð hava fingið tillutað.

Og tað er eisini óhoyrt, at 100 tals miliónir møguliga milliardir kr.innan uppisjóarvinnuna ikki koma til skattingar, og øll – eisini TAKS – sær út til at vera fóðrað við halt kjaft bommum

Men nú má vera nokk. Teir, ið hava ábyrgdina av frammanfyristandandi lógloysi, mugu - fyri fólksins skuld - gjalda fullan prís fyri misgerðirnar, ið hava verið fólkinum til stóran skaða.

Sleppið teimum tí ikki.

Dagfinnur Danbjørg.