Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Moody’s broytir útlitini til støðug og gevur somu rating, Aa3


Ratingfyritøkan Moody’s kunngjørdi seint í gjárkvøldið teirra meting av Føroyum. Føroyar varðveitir ratingina Aa3, sum er fjórðhægsta rating av 21 møguligum. Men samstundis eru útlitini broytt frá at vera negativ til at vera støðug.

Orsøkin til at útlitini eru betrað eru sambært ratingfyritøkuni:

-          Ein úrslitagóð ætlan at minka um hallið á fíggjarlógini

-          At skuldin væntandi fer at minka eftir 2016 og

-          At búskapurin er sterkari, millum annað orsaka av vøkstur í BTÚ og lágum arbeiðsloysi

Viðurskifti, sum kunnu geva Føroyum eina betri rating eru, um fíggjarlógin aftur kemur í langtíðar javnvág, at skuldin minkar til støðið undan heimsfíggjarkreppuni og um Føroyar vórðu minni tengd at stuttíðarfígging.

Hinvegin eru viðurskifi, sum kunnu geva Føroyum eina verri rating, um hallið á fíggjarlógini ikki verður burtur, um skuldin veksur nógv meira, um viðurskiftini við Danmark versna og um onkur óheppin skelkur rakar fiskivinnuna.

Tíðindaskrivið frá Mooyd’s er lagt hjá.


Tíðindaskriv hjá Moody's.pdf