Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Moody’s staðfestir ratingina hjá Føroyum, Aa3 við støðugum útliti

Síðstu árini hevur Moody’s ratað Føroyar um summarið, og síðstu rating fekk Føroyar í august í fjør. Men orsakað av stóru tunnilsverkætlanini, við eini lántøku í heyst á 2,7 mia kr, hevur Moody’s tikið ratingina upp til endurskoðan í desember/januar. Men í dag staðfestur Moody’s ratingina hjá Føroym, Aa3 við støðugum útliti. 

Aa3 er fjórðhægsta rating av 21 møguligum. Moody’s metir, at verandi rating og kreditstyrki er hóskandi til at standa ímóti avbjóðingini av at geva veðhald til stóru tunnilsverkætlanina.

Moody’s vísur tó á, at hóast verandi rating er mett hóskandi til øktu skuldina, so fer ein munandi meirkostnaður av at byggja tunnlarnar, ella um landskassaveðhald verða givin til aðrar líknandi verkætlanir, at leggja trýst á eina niðurrating.

Viðurskifti, sum kunnu geva Føroyum eina betri rating eru:
- um fíggjarlógin aftur kemur í langtíðarjavnvág, 
- um skuldin minkar til støðið undan heimsfíggjarkreppuni, og 
- um Føroyar vórðu minni tengdar at stutttíðarfígging. 

Hinvegin eru viðurskifi, sum kunnu geva Føroyum eina verri rating: 
- um skuldin veksur nógv meira, 
- um viðurskiftini við Danmark versna, 
- um onkur óheppin skelkur rakar fiskivinnuna, og
- um byggiváðin at byggja tunnlarnar til Eysturoy og Sandoy bera við sær munandi meirkostnað,
- um fleiri landskassaveðhald vera givin.