Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Loysingarflokkarnir - takið tykkum nú saman og frásigið tykkum danskan stuðul!

Í grein á in.fo, ið kom út í gjárkvøldið 3. august 2016, verður víst á, at Tjóðveldi fær hægsta floksstuðul úr danska statskassanum. 

Ikki bara Tjóðveldi tekur ímóti hesum floksstuðli. Tað gera allir flokkarnar á tingi - JA, eisini teir, ið ”trúgva upp á egnan mátt og vilja.” 

Tað kann tykjast ógvuliga løgið og hyklariskt, at allir hesir flokkar taka ímóti stuðlinum. 
Hví taka Tjóðveldi, Fólkaflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin, Framsókn og Miðflokkurin ímóti hesum stuðli? Allir eru loysingarsinnaðir og siga seg ynskja loysing frá Danmark.

Hevði tað ikki verið betur og enn meira trúverdugt fyri veljararnar hjá teimum, um teir sjálvir trúðu upp á egnan mátt og vilja? 

Sigið floksstuðulin frá tykkum og vísið, at tit klára tykkum sjálvar!

At kalla tað biddaragongd, tá vit fáa ríkisveiting o.a. úr Danmark, har meira enn helmingurin beinleiðis fer til heilsuverkið og almannaverkið, ið er øllum føroyingum til gagns, og tá allir hesir loysingarflokkar í roynd í veru sjálvir eru biddarar av stuðli, tað er at bidda vaskikonuna á Vesturbrúgv so tað forslær, og at lúgva fyri Marsannu og Palleba, ið liva og virka her heima. 

Floksstuðulin er peningaupphædd, ið stendur einum og hvørjum flokki frítt fyri at søkja.

Takið nú í egnan barm og gangið tit fremstir og vísið, at tað veruliga loysir seg at loysa. 

Eyðbjartur S. Skaalum
Skrivari í Ungmannafelagnum Samband