Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mótmæla broytingarnar í ferðaætlanini út í Hest

Til landsstýrismannin í samferðslumálum Henrik Old og
Strandfaraskip Landsins.

Tórshavnar kommuna vil staðiliga heita á Strandfaraskip Landsins um at endurskoða tær broytingar, sum ætlanin er at gera á rutuni til og frá Hesti.

Sum kommunan skilir, er ætlanin at niðurleggja túrin úr Hesti kl. 07.05 allar gerandisdagar og somuleiðis at niðurleggja aðrar túrar soleiðis, at hestfólk bert sleppa aftur og fram 2-3 ferðir um dagin.

Við hesi broyting í samferðsluni millum Hest og Gomlurætt er oyggin skotin nógv ár aftur í tíðina, og tað fer ikki longur at bera til hjá fólki í Hesti at arbeiða og ganga í skúla aðrastaðnis.

Kommunan er væl vitandi um trongu støðuna hjá Strandferðsluni, men við hesi broyting er grundarlagið fyri menning í Hesti púrasta burtur. Eisini koma hesar broytingar at føra við sær eina bratta niðurlaging av tí ferðavinnu, sum hevur ment seg nógv seinastu árini, og sum kann skapast í framtíðini við góðum og støðugum ferðasambandi út í oynna. 

Hestur er partur av Tórshavnar kommunu, og kommunan góðtekur undir ongum umstøðum, at ein partur av heildini verður avhøvdaður.

Landið og harvið Strandferðslan hevur ábyrgd av flutninginum millum oyggjarnar, og á heimasíðuni hjá SSL stendur skrivað, at SSL skal verða við til at sambinda oyggjar, øki og bygdir, men hetta er júst tað øvugta, ið SSL nú fer at fremja.

Tórshavnar kommuna hevur seinastu árini brúkt nógva orku upp á at menna útjaðaran í kommununi. Fleiri fundir hava verið við fólk á smærri plássunum, tey verða hoyrd, og bygdaætlanir verða í løtuni gjørdar fyri øll økini í kommununi. Ætlanirnar fata um trivnað, søgu og fólkavøkstur. Arbeitt verður eisini við bústaðarviðurskiftunum í útoyggj, soleiðis at møguleiki er hjá ungum familjum at seta búgv har. Hetta arbeiðið fær eitt skot fyri bógvin, nú máað verður av ferðaætlanini hjá hestfólki. 

Við hesi broyting í samferðsluni kann kommunan gloyma alt um tær ætlanir, sum arbeitt verður við í Hesti. Broytingin fer ikki bara at skerja túratalið út í Hest, men kann eisini avtofta bygdina, sum fólk virka í og enn fleiri fólk vitja.

Vegna
Tórshavnar Býráð   24. oktober 2016

Heðin Mortensen Bjørghild Djurhuus
Jógvan Arge Bogi Andreasen
Elin Lindenskov Helena Dam á Neystabø
Marin Katrina Frýdal Sigrún Mohr
Annfinn Brekkstein Tróndur Sigurðsson
Sjúrður Olsen Halla Samuelsen
Jákup Dam