Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mótmæli

Landsfelag Pensjónista mótmælir við hesum ætlan landstýrisins at hækka pensjónsaldurin 1 ár ella meir frá 1.januar 2013 at rokna.

Hækkan av pensjónsaldrinum var frá byrjan partur av pensjónsnýskipanarætlanini. Spurningurin varð tó lagdur til viks av politiska fylgibólkinum, og er hann tí ikki nóg væl viðgjørdur – hvørki fakliga, politiskt ella í almenninginum. At avgerð nú knapliga skal vera tikin um at hækka pensjónsaldurin er tí ilt at fata, og fær henda avgerð illa vera bygd á nakað seriøst grundarlag.

Við høgum arbeiðsloysi verður hækkaður pensjónsaldur neyvan nøkur sparing, men heldur ein økt fíggjarlig byrða fyri ALS og forsorgarlógina.

Føroyingar hava hægsta pensjónsaldur í Europa, sum er, og tí eru mong uppslitin av hørðum kropsligum arbeiði, longu áðrenn tey hava rokkið verandi pensjónsaldur.

Eldri fólk eru menniskju

Í framkomnum vælferðarsamfeløgum syrgja myndugleikarnarir fyri, at slík prinsipiell mál, sum broyting av pensjónsaldri er, verða sett í verk yvir eitt langt áramál, so borgararnir fáa rímuliga tíð at innstilla seg til broyttu fortreytirnar á pensjónsøkinum.

Føroya Landsstýri unnir bert eldru borgarum sínum 9 mánaðar at innstilla seg upp á at skula vera 1 ella kanska fleiri ár eyka á arbeiðsmarknaðinum. Hetta er óneyðuga fyrilitarleyst, og mælir Landsfelag Pensjónista tí landsstýri og løgtingi til at ógilda hesa illa umhugsaðu avgerð.

Eldri Føroyingar hava størri virðing uppiborna frá landsins hægstu myndugleikum enn her verður sýnt teimum.

Landsfelag Pensjónista