Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Móttøka í býráðshøllini fyri Martin Johannessen

Móttøka verður fyri Martin Johannessen, sum fekk góð úrslit í kapping í Danmark í juli mánaða í ár.

Martin Johannesen og Heðin Midjord luttóku í Racerunners Cup á Fredriksberg Idrætspark 14. juli, har teir fingu góð úrslit.

Martin var við á teinunum 200, 100 og 60 m. Hann vann gull á 60 m og fekk bronsu á 100 m og setti persónligt met á øllum teinunum.

Fyri hesi brøgd ynskir býráðið at heiðra Martin, og verður í tí sambandi skipað fyri móttøku í Býráðshøllini í Klaksvík kl. 16.00 mánadagin 13. august 2012

Kelda: www.klaksvik.fo