Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mugu hava allar upplýsingar

Fyrispurningur um pensjónsnýskipanina, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Kristinu Háfoss (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hvussu nógv batnar haldførið í føroyska búskapinum við nýggju pensjónsskipanini, uppgjørt í føstum prísum, sum prosent av BTÚ og krónum, ávikavist í 2040 og 2060?
2. Hvussu nógv betrar tað um haldførið, at grundupphæddin í fólkapensjónini verður niðurlagað, og inngjaldið frá borgarum og vinnu til AMEG verður hækkað við 225 mió. kr. síðan 2015, fyri at gjalda útaftur beinanvegin?
3. Hvussu nógv betrar tað haldførið, at pensjónsaldurin hækkar?

Viðmerkingar
Búskaparráðið hevur í sínum seinastu frágreiðingum staðfest, at haldførið í føroyska búskapinum ikki er nøktandi, og neyðugt er við átøkum, sum tillaga búskapin til broyttu aldurssamansetingina. Tað er sambært landsstýrinum ein av høvuðsorsøkunum til, at nýggja pensjónsnýskipanin skal skundast ígjøgnum við eini smalari semju.

Tí kundi roknast við, at landsstýrið hevði greiðu á, hvussu nógv haldførið í føroyska búskapinum batnaði við framløgdu pensjónsnýskipanini, ið er til viðgerðar í Løgtinginum í løtuni. Hóast nógv tilfar varð lagt við málinum, fyriliggur ongin útrokning í hesum tilfari, ið vísir, hvussu nógv haldførið batnar við pensjónsnýskipanini.

Undir fyrstu viðgerð av pensjónsnýskipanini bleiv upp í saman spurt eftir hesum tølum. Tó smoygdu bæði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, og løgmaður seg undan at svara. Í staðin vístu tey til eina talvu (síðu 20) í frágreiðingini, har upplýst verður, hvussu nógv haldførið batnar komandi árini. Trupulleikin er bara, at hetta er ein meting, uttan prógv - ongar útrokningar eru aftan fyri tølini.

Ein av høvuðstættunum í pensjónsnýskipanini er, at grundupphæddin í fólkapensjónini, sum hevur verið bulurin í pensjónini hjá føroyingum í meira enn hálva øld, nú skal niðurlagast.

Fyri at fíggja henda niðurskurð í fólkapensjónini, verður ein skattarokning send til borgarar og vinnu upp á 225 mió. kr. Tað svarar til eina øking í landsskattinum upp á omanfyri 15 prosent. Landsstýrið roynir við hesum at vísa ein betraðan rakstur av landskassanum við at flyta útreiðsluna yvir í ein annan almennan kassa at gjalda. Trupulleikin er bara, at hetta í sjálvum sær ikki betrar um haldførið í føroyska búskapinum.

Høvuðsfortreytin fyri, at Løgtingið kann taka eina rætta avgerð í pensjónsmálinum, sum er ein av súlunum undir at framtíðartryggja pensjonistarnar og haldførið í føroyska búskapinum er, at talgrundarlagið er í lagi.

Tí mugu vit fáa allar upplýsingar, herundir útrokningar-grundarlagið undir betraða haldførinum, áðrenn Løgtingið kann viðgera málið á einum tryggum og upplýstum grundarlagi.

Á Løgtingi, 22. februar 2018

Bárður Nielsen