Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mundi Jesus duga latín?

Tað sigst at gudfrøðingar, sum hava lisið uttanfyri Danmark, kunnu ikki fáa prestastarv í Føroyum, tí teir hava ikki hin fullfíggjaða,rætta og danska latínprøvan. Eri ikki gudfrøðingur, og havi tí ikki kunnleika til neyðuga týdningin av hesum.

Men løgið tykir mær, at hetta skal vera alt avgerandi fyri at gerast hirði í einum føroyskum kirkjuliði, serliga tá ið hugsa verður um, hvat annars kann vera fortalt okkum av prædikustólunum av teimum, sum hava staðið hesa roynd.

Haldi at prestar eiga fyrst at læra seg føroyskt mál, áðrenn teir leggja so stóran dent á latínið. “SálmA 23” og “heilagt veri navnI títt”. Ja, tey gomlu plagdu siga um ein, sum ikki dugdi at skriva, rokna og lesa: “Tú verður ongantíð prestlærdur” Gad viti um tey høvdu sagt tað sama í dag. Mundi Jesus annars duga latín??

John S. Myllhamar