Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Munurin: Støk hava hægri veiting, og hjún hava uppihaldsskyldu hvøt móti øðrum

Fyrispurningur um sosiala ójavnan millum gift og samlivandi pør, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)  frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni.

Svar uppá fyrispurning eftir Tingskipanini § 52a

1. Hvørji stig fer Eyðgunn Samuelsen landsstýrismaður at taka til tess at burturbeina sosiala ójavnan, ið valdar millum gift pør og samlivandi? 
2. Er møguleiki fyri, at allir pensjónistar verða roknaðir sum einstaklingar, hvat hevði tað kosta? 
3. Heldur landsstýrismaðurin, at pensjónistar, sum velja at liva saman pappírleyst, eiga at verða javnsettir við giftar pensjónistar og fáa sama pensjónsútgjald? 
4. Eigur Almannastovan at fáa møguleikan at eftirkanna, um fólk, sum fáa almannaveitingar sum einlig, ikki liva saman pappírsleyst, og tí ikki verða mótroknað sum hjún? 

Viðmerkingar 
Sum lógin er orðað í dag, hevur Almannastovan ikki møguleika at eftirkanna, um fólk, sum fáa almannaveitingar, veruliga eru einlig, ella tey velja at liva saman sum hjún uttan vígslubræv. 

Tað sama er galdandi fyri hjún, sum náa pensjónsaldur. Pensjónistahjún verða revsað og fáa áleið 25% lægri pensjónsútgjald. Tað er grundað á, at tey hava forsorgarskyldu mótvegis hvør øðrum, og at tað eru ávísar sparingar, tá tvey liva saman. 

Um pensjónistapar harafturímóti velur at liva saman sum hjún pappírsleyst, hava hesi møguleikan at fáa pensjónsútgjald sum støk, t.v.s. umleið 5.000 krónur meira um mánaðin at liva fyri. 

Heldur hendan gongdin fram, verður avleiðingin uttan iva, at fólk fara at frávelja at gifta seg. Okkara lóggáva leggur upp til, at tað í flestu førum loysir seg nógv betur at liva saman ógift, enn í siðbundna hjúnarbandinum. 

Tað kann ikki verða politiska endamálið. 

Pensjónsnýskipanin er eitt stig rætta vegin, har sjónligir batar eru framdir, serliga fyri tey sum bert hava pensjónina at líta á og ætla at vinna sær nakrar krónur afturat pensjónini, so leingi sum heilsan loyvir tí, og møguleiki er til tess. 

Hesin spurningurin verður settur, fyri at seta sjóneykuna á missmunin mótvegis siðbundna hjúnarbandinum og fáa greiðu á, hvørja ætlan landsstýrismaðurin hevur hesum viðvíkjandi. 

Á Løgtingi, 8. mai 2018

Kári P. Højgaard

Svar
1. Hvørji stig fer Eyðgunn Samuelsen landsstýrismaður at taka til tess at burturbeina sosiala ójavnan, ið valdar millum gift pør og samlivandi? 
Í føroyskari almannalóggávu verður í ein ávísan mun skilt ímillum gift og ikki-gift. T.v.s., at øll tey, sum ikki eru gift, eru roknaði sum støk, og harvið verður eitt samlivandi par eisini roknað sum støk. Lóggávan, har tað er munur á giftum og samlivandi, er upprunaliga frá eini tíð, tá lívs- og familjumynstur vóru øðrvísi, enn tað er í dag. 

Tað samlivandi par hevur í nøkrum førum lagaligari treytir enn eini hjún í mun til almannaveitingar. Tó eru eisini dømir um, at hjúnabandið gevur nøkur rættindi, sum eitt samlivandi par ikki hevur. T.d. í lógini um dagpening vegna sjúku v.m., kann dagpeningur verða veittur í sambandi við álvarsama sjúku hjá hjúnafelaga, og ein persónur við børnum yngri enn 18 ár, sum kemur í einkjustøðu, er munandi betri tryggjaður í almannalóggávuni, um viðkomandi er giftur. 

Munurin í rættindunum hjá giftum og ikki-giftum í føroyskari almannalóggávu kann býtast í tveir høvuðstættir:
o Veitingin er vanliga hægri hjá tí, sum ikki er giftur. Hetta er út frá tankanum, at nógvar av útreiðslunum hjá einum støkum persóni eru líka stórar, sum hjá einum pari, ella útreiðslurnar eru lutfalsliga hægri hjá einum støkum persóni,
o Eini hjún hava uppihaldsskyldu mótvegis hvørjum øðrum. Hjá einum hjúnum, har bert annar parturin hevur inntøku, er tað skyldan hjá tí, sum hevur inntøkuna, at uppihalda hinum partinum. Í mun til nakrar almannaveitingar, verður tí atlit tikin til inntøku hjá hjúnafelaga. 

Seinnu árini eru fleiri broytingar framdar, sum taka burtur skilnaðin millum gift og samlivandi, eins og tað í sambandi við nýggjar skipanir og –veitingar heldur verður skilt ímillum støk og ikki-støk. Longu í 1988 var mótrokningin millum hjún hjá fyritíðarpensjónistum (tá avlamispensjónistar) strikað. Seinastu 10-15 árini hava vit í Føroyum tó meira miðvíst broytt almannalóggávuna soleiðis, at gift og samlivandi verða javnsett. Í 2008 varð forsorgarlógin broytt soleiðis, at veiting til persónar í endurbúgving (tað sum í dag eitur arbeiðsbúgving) ikki er tengt at inntøku hjá hjúnafelaga. Nýggjar skipanir, so sum barnaískoyti til stakar uppihaldarar og familjuískoyti eru settar á stovn, har tað ikki er munur á giftum og samlivandi pørum (tað eru eisini aðrar veitingar, sum eru tengdar at bú- ella parlagsstøðu, men har tað ikki er munur á giftum og samlivandi pørum). 

Í pensjónsnýskipanini, sum júst er samtykt, kunnu fólkapensjónistar velja, um mótroknast skal í millum hjún. T.v.s., at í pensjónshøpi verður uppihaldsskyldan burtur (tað eru tó fólkapensjónistar, sum hava fíggjarligan fyrimun av uppihaldsskylduni, og hesi kunnu velja at varðveita uppihaldsskylduna). 

Lóggáva á almannaøkinum, har tað er munur á giftum og samlivandi, er serliga fyribils hjálp sambært forsorgarlógini og almannapensjónslógin (herundir eisini lógin um viðbót til ávísar pensjónistar). 

Amannapensjónslógin
Í nýggju fólkapensjónsskipanini, sum kemur í gildi 1. januar 2020, er ongin mótrokning millum hjún, og viðbót til ávísar pensjónistar (eisini nevnd brennistuðul) er umskipað og løgd saman við pensjónsviðbótini. Tey, sum fáa pensjón eftir galdandi reglum, kunnu sum nevnt velja at sleppa undan mótrokning. T.v.s., at viðvíkjandi uppihaldsskyldu er munurin millum gift og samlivandi tikin burtur. Munurin, sum framvegis er millum gift og samlivandi, er, at veitingin til gifta parið er lægri. Fólkapensjónin til eini hjún er tilsamans 3.825 kr. um mánaðin lægri enn hjá einum samlivandi pari (t.v.s. 1.913 kr. um mánaðin í part). Eftir skatt er munurin 3.290 kr. um mánaðin hjá parinum tilsamans (við miðal kommunuskattaprosenti). Dømi hevur støði í, at pørini ikki hava inntøku aftrat pensjónini. 

Í øllum hinum norðurlondunum eru pensjónsskipanirnar innrættaðar soleiðis, at almannapensjón til stakar persónar er hægri enn til persónar, sum ikki eru støk. Tó er týdningurin av hjúnabandinum ymiskur í ymsu norðurlondunum. 

Spurningurin um veitingar til giftar- og samlivandi pensjónistar var ikki partur av pensjónsnýskipanaravtaluni, og í pensjónsskipanini, sum kemur í gildi 1. januar 2020, verður framhaldandi munur millum gift og samlivandi pør. Í sambandi við pensjónsnýskipanina verður neyðugt í komandi tingsetu at gera nakrar broytingar í fylgilóggávu og aðrar fyrireikingar. Landsstýriskvinnan er sinnað at viðgera spurningin um at javnseta gift og samlivandi pør í sambandi við uppfylgingina av pensjónsnýskipanini. 

Fyribils hjálp sambært forsorgarlógini
Í sambandi við uppihaldsveitingar sambært forsorgarlógini (hereftir kallað forsorgarhjálp) er ongin munur á veitingini til gift og samlivandi. Her fáa tey, sum búgva einsamøll, hægri veiting enn tey, sum búgva saman við øðrum vaksnum persóni. Og tá er tað líkamikið um sambúgvin er eitt systkin, vaksin børn ella hjúnafelagi – øll fáa somu veiting. Munurin er tó, at hjá einum giftum persóni verður inntøka hjá hjúnafelaga mótroknað í veitingini. 

2. Er møguleiki fyri, at allir pensjónistar verða roknaðir sum einstaklingar, hvat hevði tað kosta? 
Landsstýriskvinnan skilir spurningin soleiðis, at veitingin hjá giftum pensjónistum verður lyft upp á støði hjá støkum, galdandi fyri bæði fólka- og fyritíðarpensjónistar. 

At broyta lógina soleiðis, at allir pensjónistar verða roknaðir sum stakir, er einfalt, og tað eru ongar umsitingarligar forðingar at fremja eina tílíka broyting. Broytingin hevði sjálvsagt havt við sær, at inntøkan hjá parinum hevði hækkað, og ein stakur fólkapensjónistur hevði tá skula klára seg við helvtini av tí, sum hjún og sambúgvandi fáa. 

Kostnaðurin av broytingini hevði við støði í tali av fólka- og fyritíðarpensjónistum í mars 2018 verið í minsta lagi 80 mió. kr. árliga. Metingin skal takast við fyrivarni, tí tað ikki hevur verið gjørligt at meta neyvt um avleiðingarnar av at strika mótrokningina millum hjún, men greitt er, at tað hevur við sær nakað av eyka kostnaði. Hinvegin, so er broytingin um mótrokning millum hjún longu samtykt við gildiskomu í 2020, og sostatt er talan um ein kostnað, sum kemur óansæð. 

Tað eru ábendingar um, at tað serliga eru stakir pensjónistar, sum hava tað trupult fíggjarliga. Ein fólkapensjónistur, sum missir hjúnafelagan, kemur í eina støðu, at inntøkan lækkar munandi, uttan at útreiðslurnar lækka samsvarandi. Hagtøl frá Hagstovu Føroya vísa eisini, at nærum 2/3 av fólkapensjónistum, sum búgva einsamallir, eru í fátækraváða, meðan fólkapensjónistar, sum búgva saman við øðrum, ikki eru í so nógv størri fátækraváða enn aðrir bólkar í samfelagnum. Skulu 80 mió. kr. um árið aftrat eyðmerkjast til pensjónistar, so metir landsstýriskvinnan, at tað eru pensjónistar, sum eru illa fyri fíggjarliga, sum fyrst og fremst skulu hava ágóðan av raðfestingini.

3. Heldur landsstýrismaðurin, at pensjónistar, sum velja at liva saman pappírleyst, eiga at verða javnsettir við giftar pensjónistar og fáa sama pensjónsútgjald? 
At eini hjún, sum annars hava júst somu umstøður, sum parið, sum ikki eru gift, skulu fáa lægri pensjón, er helst ikki hóskandi í dagsins samfelag. Men tað eru ymiskir hættir at seta eina skipan saman, har gift og samlivandi vera javnsett. 

Samlívshugtakið er ikki altíð so einfalt, og nútíðar lívsmynstrið er ikki altíð so antin ella, sum lóggávan er grundað á. Tað er í Føroyum vanligt, at fleiri ættarlið búgva saman, tað kann vera systkin, sum búgva saman, og dømi eru eisini um búfelagsskapir við eldri borgarum. Fleiri av samlivandi pørunum eru einkjur og einkjumenn, sum hava funnið saman á eldri árum, og av tí at annar ella bæði sita í óskiftum búgvi, kann tað vera trupult at giftast av nýggjum. Talan er tí ikki um, at pensjónistar misnýta skipanir við ikki at giftast. 

Landsstýriskvinnan hevur tað sjónarmið, at gift og samlivandi í størri mun eiga at vera javnsett, og at tað ikki skal vera ein vansi at vera giftur. Men ein broyting, sum javnsetir gift og samlivandi, eigur einans at galda fyri tey, sum blíva pensjónistar frameftir. At vera pensjónistur eru ein varandi støða, og tey hava skipað seg eftir tí fíggjarliga veruleika, sum tey liva undir. Pensjónistar kunnu hava avmarkaðar møguleikar at tillaga sína tilveru til ein munandi verri fíggjarligan veruleika, og at lækka tøku inntøkuna hjá einum pari við meira enn 3.000 kr. um mánaðin, kann fáa týðandi sosialar avleiðingar. 

4. Eigur Almannastovan at fáa møguleikan at eftirkanna, um fólk, sum fáa almannaveitingar sum einlig, ikki liva saman pappírsleyst, og tí ikki verða mótroknað sum hjún?
Pensjónsupphæddir eru treytaðar av hjúnastøðu, og pensjónistar, sum liva saman pappírsleyst, hava sambært lógini rætt til somu pensjónsupphæddir sum støk. Tørvur er tí ikki hjá Almannaverkinum at kannað annað enn hjúnastøðuna. Men tað er ein røð av øðrum almannaveitingum, sum eru treytaðar av bústøðu ella parlagsstøðu. Tann, sum søkir um hesar almannaveitingar, skal upplýsa um bústøðu og parlagsstøðu, og umsøkjarin váttar at givnir upplýsingar eru sannir. Tey, sum móttaka veitingar so sum barnaískoyti til stakar uppihaldarar ella familjuískoyti, skulu eina ferð um árið vátta, at tey framhaldandi lúka treytirnar fyri veitingini.

Almannaverkið kannar parlags- og bústøðu í Landsfólkayvirlitinum men hevur annars ikki teir stóru møguleikarnar at eftirkanna rættleikan av upplýsingunum. Um Almannaverkið fær fráboðan um óreglusemi, verður hetta kannað, og borgarin verður biðin um frágreiðing. 

Mett verður, at tað er trupult at kanna veruligu parlagsstøðuna og bústøðuna hjá umsøkjarum, um henda ikki er samsvarandi skrásetingunum í Landsfólkayvirlitinum. Hetta krevur eitt størri eftirlit, sum má samskipast millum fleiri myndugleikar. Slík eftirlit hava verið gjørd í Danmark men krevja nógva umsiting, eru kostnaðarmikil, umframt at tað kann verða trupult at lyfta próvbyrðuna fyri, at parlagsstøðan og/ella bústøðan er ein onnur, enn tað umsøkjarin upplýsir. Tað er Almannaverkið, sum skal prógva, at viðkomandi ikki lýkur treytirnar í lógini.  

Við verandi lógum og skipanum á almannaøkinum metir landsstýriskvinnan ikki, at ein raðfesting av eftirliti av bústøðu og parlagsstøðu stendur mát við tað, sum møguliga kemur burturúr. Men um pensjónsskipanin verður broytt soleiðis, at tað verður bústøða ella parlagsstøða, sum verður avgerandi fyri pensjónsupphæddina, so er støðan ein onnur, og landsstýriskvinnan fer at taka upp við avvarðandi myndugleikar, um møguleiki og tørvur er á at raðfesta eitt møguligt eftirlit.

Eyðgunn Samuelsen
landsstýriskvinna