Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Muppet Show

Í einum demokratiskum samfelag hava fólk ymiskar hugsjónir. Summi eru høgravend onnur eru vinstravend, og tað er í lagi. Tað er í lagi at hava ein liberalan hugsunnarhátt, tað er ein mannarættur, men at verða so liberalur, at tað elligamla føroyska eyðkenni, næstrakærleiki, at hjálpa hvørjum øðrum, at hugsa um hvønn annan, tí tað var, og er ofta, neyðugt, fullkomiliga hvørvur, er ikki føroyskt, men tíverri nakað sum hendan samgongan stendur sum borgan fyri. Og fyri okkum uttanfyri tykist alt í Tinganesi meira líkt tí frálíku sendingunum frá Muppet Show. Munurin er tó, at í Muppet Show funnu tey onkuntíð skilagóðar loysnir.

Í Tinganesið, er, so at siga, ongin stýring, ongar hugsanir, ongar visiónir, men semja um at avbyrgja seg frá restini í heiminum á fiskivinnuøkinum, og lata nøkrum útvaldum okkara tilfongið, semja um at landsins útreiðslur mugu niður, og semja um, at tað er tann veiki føringurin sum skal bera hesa byrðu, og endiliga semja um, at hann helst skal fáast av landinum, tí hann viðvirkar ikki jaliga til samfelagsbúskapin. Vorðið sum blídni.

Í Sýria hevur einaræðisharrin Assad í tvey ár nýtt vald og harðskap móti sínum fólki, við ræðuligum menniskjansligum fylgjum, og í tvey ár hevur hendan samgongan gjørt seg inn á teir veikaru bólkarnir, við vælskipaðum fíggjarligum tiltøkum. Eg havi fyrr verið frammi við t.d. at hava sundurskilt meirvirðisgjald, so at, eitt nú, neyðsynjar og sunnar vørur hava lægri MVG, tí tá fáa tey sum eru illa fyri, eisini ráð at eta seg og síni mett hvønn dag. Tað kundi veri: Breyð, mjólk, frukt og grønt, og aðrar vørur sum kunnu bólkast her. Men tað ber ikki til. Eg skilji bara ikki hví. At roknifólkið á gjaldstovuni ikki klára hesa uppgávu, trúgvi eg ikki uppá. Tað má vera politiskur illvilji sum er orsøkin. 

Flatskatturin er ein afturvendandi táta, tí tann ætlan sum samgongan við hesi skipan hevði, at tey sum fingu gleði av hesi skipan fóru at gera stórar íløgur í vinnulívi, er heilt burturvið. Tey seta pengarnar í bankan, ella økja um privatu nýtsluna, sum aftur viðførur trupulleikar við handilsjavnvágini. Ongin rættvísi er í hesum skattalætta, tí øll fáa ikki gleði av hesi skipan. Øll áttu at fingið gleði av skipaninni, serliga tá hugsa verður um, at hon er fíggjað við nýggju pensjónsinngjaldsskipaninni. Um mann vil geva skattalættar, áttu øll at veri partur av eini slíkari skipan, og tað kundi t.d. veri ein skattarabatt til øll uppá X- tal túsund krónur. Ella at skattur ikki verður goldin av teimum fyrstu 50 túsund krónunum. Um mann so vil hava eina skipan fyri tey sum vilja arbeiða nógv, má bera til, at lækka skattin á teimum síðst forvunnu krónunum.

Fólkaflokkurin hevur vanliga nýtt orðafelli, at tað sum ikki kann standa má falla. Hetta var helst meint við virkir, men umfatar nú eisini menniskju. Tað sama er nú eisini galdandi fyri sambandsflokkinum. Hesin flokkur er vorðin asosialur, og tann elligomla skráin hevur fingið durafjóringin. Har var fyrr eisini rúm fyri teimum gomlu og teimum veiku, men tað er ikki so longur, tey hava vent hesum bólkum bakið. Fyri kortum segði næstformaðurin í flokkinum í sjónvarpstjaki, at sambandsflokkurin var til at líta á; eg spyrji bara, hjá hvørjum? Tað kann ikki vera penjónistar, tað kann ikki vera tey sjúku, tað ikki vera arbeiðsleys, tað kann ikki vera einsamøll við børnum, tað kann ikki vera veikar barnafamiljur, tað kann ikki vera tey lesandi, so hvat er eftir.

Tíbetur vísir seinasta kanning eisini, at fólk hava fingið eyguni upp fyri sambandsflokkinum, og flyta seg til tann flokkin sum verjir borg fyri hesar bólkar, sum hevur eina skrá, ið tekur sær av teirra áhugamálum, og tað er sjálvandi javnaðarflokkurin. Í hesum tjakið var eisini frammi, at arbeiðsloysið minkar, men tað sigur seg sjálvt, at tá fólk flyta, minkar arbeiðsloysið. Eisini var í sama tjaki, stórur dentur lagdur á, at fáa ung og lærd fólk aftur, og sjálvandi skal dentur leggjast á hetta, men fyri mær tykist tað sum um, at samgongan heldur ikki, at hesi útbúnu fólk og tey veiku skulu liva í sama samfelag. Tey veiku skula altso helst burtur. Nú verður arbeitt við fíggjarlógini fyri 2014. Spennandi verður at síggja, hvørji tiltøk hendan samgongan ferð at seta í verk móti teimum veiku føroyingunum hesaferð.

Levi Mørk