Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Musikkskúlin liggur best við Landavegin

Nú má ein endi fáast á staðsetingini av Musikkskúlanum. Fólkaflokkurin í Tórshavnar býráð mælir til, at skúlin verður endaliga staðsettur í natúrliga skúlaumhvørvinum við Landavegin og úti á Fløtum 

Tað er sera spell, at ávísir býráðspolitikarar í almenna rúminum áhaldandi ivast í, hvar Musikkskúlin í Havn eigur at liggja. Tað er mikið gott at hugsa seg um, men umhugsunartíðin eigur eisini at fáa ein enda, tí sum støðan er nú, er Musikkskúlin vorðin ein politisk kastibløka.

Fólkaflokkurin í Tórshavnar býráð mælir til, at Musikkskúlin verður endaliga staðsettur í natúrliga skúlaumhvørvinum, sum er við at taka seg upp úti á Fløtum, har nýggjur fólkaskúli skal byggjast upp at Skúladeplinum við Marknagilsvegin.

- Ætlanirnar at byggja Musikkskúlan á Skálatrøð fara at draga alt ov langt út, tí har skal ætlanin hóska inn umskipanin av miðbýnum, parkeringshús og tjóðleikahús, sigur Bogi Andreasen, býráðslimur.

Hin býráðslimurin hjá Fólkaflokkinum er samdur, og hann harmast um, at ov lítið ítøkiligt er komið burtur úr Musikkskúla-ætlanina.

- Býráðið kann ikki halda fram at hava Musikkskúlan, foreldur og næmingar í stórari óvissu, sum hevur staðið við í meira enn eitt ár, sigur Sjúrður Olsen, býráðslimur.

Býráðslimirnar hjá Fólkaflokkinum í Tórshavnar býráð hava sostatt tikið endaliga støðu til Musikkskúlan, og teir mæla til, at ferð verður sett á verkætlanina, so hon gerst ein natúrligur partur av nýggja skúlaumhvørvinum við Landavegin, úti á Fløtum og við Marknagilsvegin.

Vinaliga

Fólkaflokkurin í Tórshavnar býráð