Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Musikkstevnan 2012 heldur fram í Løkshøll

Musikkstevnan 2012 verður í Løkshøll 4.-5. mai

Í dag heldur árliga Musikkstevnan í Løkshøll í Runavík, fram. Talan er um 47. árligu musikkstevnuna, sum hevur verið fyriskipað á hvørjum ári síðani 1966. Í ár er Nes Sóknar Musikkfelag, sum fyllir 50 ár í ár, vertur fyri stevnuni.

Á musikkstevnuni koma blásiorkestur kring landið saman at spæla fyri hvørjum øðrum og almenninginum. Innan blásiorkesturtónleik er musikkstevnan ársins hæddarpunkt, sum orkestrini venja miðvíst til í fleiri mánaðir.

Fríggjadagin 4. mai, Dýra Biðudag, kl. 15, var konsert við 13 ungdómsblásiorkestrum úr øllum landinum. Og í dag kl. 15 fara tey 8 "vaksnu" orkestrini, 7 hornorkestur og eitt harmoniorkestur, at hava konsert.

Væntað verður, at nógv fólk leggja leiðina framvið Løkshøll hesar dagarnar fyri at hoyra fjølbroytta úrvalið av blásitónleiki frá orkestrum úr øllum Føroyum.