Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mutur?

Vit hoyra javnan um mutur í útlondunum, meðan tað herheima hjá okkum valdar lóg og landaskil, vit liva í sátt og semju og eru nakað fyri hvønn annan. Eitt sokallað gott kristi fólk. Ikki satt?

Men álíkavæl, tá Guðs gávur m.a fiskur og í framtíðini olja verða umsett til pening, trínir hin grábeinti og hansara trúføstu á vøll og tilogna sær so nógv av fólksins ríkidømi, sum tað nú einaferð letur seg gera at klóra inn undir seg.

Roynt hevur verið at broytt fiskivinnuskipanina, so land og fólk kundu fingið tað, ið eftir er, tá skip og manning hava fingið sítt. Men ikki talan um. Onki ella minst møguligt skal latast fyri fólksins ogn og landsins loyvir.

Hvat so? Politikararnir kunnu viðtaka broytingar til frama fyri land og fólk. Ella velja status quo. Ella møguliga okkurt heilt triðja.

Í eini tílíkari støðu eru góð ráð dýr fyri reiðararnar, og teir kunnu lættliga halda, at fyri teir mann besta løgtingsviðtøka vera at finna, um teir stuðla røttu politikarunum við einum trivaligum posa av peningi , sum fær teir at atkvøða, soleiðis sum reiðarnir vilja hava tað, ella so nær teirra ynskjum sum væl møguligt, tá løgtingið atkvøður fyri málinum næstu ferð.

Tílíkt hevði verið mutur og revsivert fyri báðar partar. Reiðarin hevði fingið harðan straff og mist veiðiloyvið, og politikararnir somuleiðis harðan straff og mist løgtingsess og valbærið, um tað kom fram í ljósið og kundi skjalprógvast.

Fyri at eingin ivi skal vera um reiðiligheitina, so eiga serfrøðingar innan muturøkið at verða umbidnir at kanna støðuna viðv. Mutri í Føroyum við serligum atliti til fiskivinnuna og politikararnar, men annars í heila tikið. Tí mangt tykist løgið og sera langt frá vanligum hugsunarhátti og medmenniskjaligari atferð, tá ágóðarnir verða býttir. Sera ókristiligt og als ikki til at góðtaka. Óendaliga langt frá vanligum viti og skili. Ránsmannapolitikur í legalum hami.

Og nú politikarar eru so eldhugaðir at seta lurtitól upp, so kundu lurtitól, ið m.a avdúka politikara og reiðaraætlanir og samsarv, verið ein ´funnin fressur´. Tí sjálvt um meirilutin við løgmanni á odda hava verið noyddir til at bíta í grasið og avlurtingin eftir donskum boðum (og EF-boðum) verður avmarkað, so kunnu alvorlig grov lógarbrot sum mutur framvegis verða fylgd og avdúka á lógligan hátt við avlurting. Og tað er ikki so galið. Annars finnast eisini føroyskir whistleblowarar ella varskógvarar, ið fegnir geva eina hjálpandi hond so møguligt óreglusemi kann verða steðgað í stundini, og teir seku drignir til svars.

Tí um teir fólkavaldu ikki konsekvent vilja arbeiða fyri fólksins áhugamálum, men heldur ímóti, so er upp á hægstu tíð, at ein fólksins mótmagt verður mobiliserað, ið setur hesar frá valdinum skjótast til ber.

Dagfinnur Danbjørg.