Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Myrkaspæl Fiskimálaráðsins

Nakað so natúrligt sum at biðja um, eins og at at fáa innlit og avrit av nøkrum veiðuloyvun úr fiskimálaráðnum,og fáa noktandi svar, vísur veruliga almenninginum um tann ruðuleika ið hevur valdað , og valdar úti í fiskimálaráðnum.

Í svarið til reiðaríið hjá Líraberg, stendur imillum annað citat. Fiskimálaráðið skal í hesum sambandið kunna tykkum um, at veiðiloyvini ikki hava verið skriva sum serstakt skjal. Frumrit ella avrit eru tí hvørki ávikavist send skipaeigara ella goymd í skjalagoymsluni hjá Fiskimálaráðnum.

So meðan alt samfelagi er digitalisera, og hvørt mannsbarn við tí nyggju tøknini er ført fyri, at goyma tær neyðugu upplysingar á síni smarttelefon, so eru umbidnu skjølini frá Liraberg ikki skrivaði á nakað serstakt skjal, eins og hvørki frumrit ella avrit eru send skipaeigara. Ei heldur eru tey goymd í skjalagoymsluni hjá Fiskimálaráðnum. So kenn ein spyrja seg sjálvan um tað er ein fjald dagsskrá aftan leiktjøldini, ella hvat. Ella tað veruliga sannleikin, at ta í 2014 verða útskriva veiðiloyvir í hópatalið har eingi skjøl eru at finna, hvørki hjá Fiskimálaráðnum, skipaeigarnum, ei heldur hjá Fiskiveiðueftirlitinum, so er hetta eitt eindømi í politiskari manupulatión. Og var hetta hent í okkara grannatjóðum, so hevði teirra fiskimálaráðharri veriið sagdur úr starvið, uttan at neyðugt var við einum misálitið.

Hetta vísur okkum enn einaferð tað skugga og myrkaspæl sum hevur valdað úti í Fiskimálaráðnum, har sitandi fiskimálaráðharri hevur latið hánt um allar politiskar leikreglur, og galdandi lógir á fiskivinnuøkinum.

Tað er óhoyrt, at eitt aðalráð ið hevur við alla okkara fiskivinnu at gera, ikki so frægt sum ómakar sær til at hava frumrit , ei heldur avrit av veiðiloyvum. Hvussu skal fiskiveiðieftirlitið Vørn bera seg at úti á fiskifeltinumt, tá teirra arbeiðsgevari Fiskimálaráðið ikki kann geva teimun eitt neyvt eftirlit yvur hvør hevur veiðiloyvi. Og hvussu skal reiðaríið hjá Líraberg fyrihalda seg til, at sama Fiskimálaráð spælur myrka og skuggaspæl, í síni roynd at káva út yvur at Fiskmálaráðið als ikki gevur sær far um tær rættarreglur í onnur aðalráð arbeiða eftir.

Er tað veruliga soleiðis, at ein almennur stovnur kann nokta inlit til eitt mál í einum sakarmálið, tí hesin stovnur ikki hevur tryggja sær hvørki frumrit ei heldur avrit. Hetta er so langt úti, eins og tað luktar av, at her er okkurt sum ikki tolur dagsins ljós, og sum má fjalast fyri almenninginum.

Fyri at fáa kabalina at ganga upp, er neyðugt at brúka eina undantaksregla til eina kunngerð er í lógini um vinnuligan fiskiskapí grein 9 frá 1994, har imillum annað smálutir sum meskavíddir eru nevndir í hesi kunngerð. Als eingin ábending hevur verið hesi 20-25 árini, at ein fiskimálaráðharri, uttan um lóggávuvaldið kundi brúka eina kunngerð frá 1994 sum jarnbrot, til at útlutað milliarda virðir har skjøl ikki eru neyðug.

Tað er fullkomuliga óhugsandi, at ein danskur fiskimálaráðharri kundi geva umsiting síni boð um at flyta veiðiloyvir ímillum skipabólkar, uttan at tað var kjølfest í skjølum, sum vístu til hvørji skip íð loyvini vóru flutt til og frá. Líka óhugsandi er tað eisini, at ein danskur fiskimálaráðharri persónliga uttam um fólkatingið, og uttan um eina uppboðsølu lutaði út allan uppisjóarfiskin, har tað hjá áhugaðum vinnulivsfólkum var avgerðandi at hava mobiltelefonnummari danska fiskimálaráðharranum.

So meðan løgtingið ár um ár keglast um fiskidagar, so hevur sama løgting givið fiskimálaráðharranum ein blanco check uppá 2 milliardir, sum verða lutaðir út uppá júst sama máta sum tá ið gekkurin er á skránni. Nevnliga, tann sum kemur fyrst ígjøgnum telefonnetið hjá fiskimálaráðharranum, hann kann gerast millióningur frá einum dagi til annan, og Ikki nokk við tí. Er hann nærmasti granni ella búleikast á heimabeitinum hjá fiskimálaráðharranum, so er ikki neyðugt hjá viðkomandi at hava nakað skip tøkt, tí eitt orð er eitt orð, og frumrit og avrit seinka einari smidligari gongd, ikki sannheit.

Frank Davidsen