Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Næmingar frá Føroya Handilsskúla í Tórshavn vunnu FM í Ungum Virki 2014

Árliga FM-kappingin í Ungum Virki hevur verið í SMS 14. og 15. mars við luttøku av næmingum frá Føroya Handilsskúla í Tórshavn, Føroya Handilsskúla á Kambsdali og Tekniska Skúla í Klaksvík. Umframt føroysku næmingarnir luttóku eisini næmingar úr Svøríki og Finnlandi.

Dómarar frá EIK, Vinnuhúsinum, Íverksetarahúsinum og Humin mettu m.a. um teirra virkishugskot, virkisætlanir og teirra evni at reka eitt virki.

Aftur í ár var kappingin millum tey bestu virkini hørð. Næmingarnir sýndu fram nógv áhugaverd virkishugskot, og teir vístu, at teir hava tað áræðið og dirvið, ið skal til fyri at arbeiða við íverksetan. 

Næmingar frá Føroya Handilsskúla í Tórshavn vunnu fyrsta plássið, meðan næmingar frá Tekniska Skúla í Klaksvík vunnu annað og triðja plássið.

1. plássið: E-kort.fo við Fríða Mellemgaard, Símun Højgaard Lutzen og Rói Samuelsen frá Føroya Handilsskúla í Tórshavn

2. plássið: Project V við Hans C. Sivertsen, Hákun K. Marsten, Jakup V. Dam, Mike Mellemgaard og Tummas T. Sæbúð frá Tekniska Skúla í Klaksvík

3. plássið: Rewire við Sigmundur í Garði, Hákun Eli Johannesen, Martin F. Justinussen, Høgni Reynskor og Martin Breiðaskar frá Tekniska Skúla í Klaksvík.

Ein serligur hugskotprísur var givin til Project V, ið hevur ment serlig ventilatiónsrør til byggivinnuna.

Helena Dam á Neystabø handaði næmingunum heiðursbrøv, og Øssur Skeel Nolsøe frá EIK handaði næmingunum virðislønir. Eik hevur verið høvuðsstuðul hjá Ungum Virki síðani 1996 og hevur øll árini givið hvørjum einstakum virki fíggjarligan stuðul, ráðgeving og virðislønir.

Næmingarnir í Ekort.fo fara at luttaka í DM í Ungum Virki, sum verður í Keypmannahavn tann 24. apríl. EM í Ungum Virki verður í Tallin í Estlandi 22-25. juli.