Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nakrar søguligar rættleiðingar (fjórði partur)

”Eitt einmælt løgting samtykti at flyta fiskimarkið út á 200 fjórðingar”. - Eg stúrsaði við!

Hetta var fyri góðum tveimum árum síðani, at eg sat og blaðaði í einari av bókunum hjá Hanusi Samró um fiskimarkið, og so rendi eg meg í hendan setningin.

Her havi eg alt mítt vaksna lív hoyrt umaftur og umaftur, at Sambandsflokkurin var ímóti at fiskimarkið varð flutt út. Seinast eg sá henda pástandin í eini almennari grein var í farna mánaði, tá Høgni Hoydal skrivaði soleiðis:

”Og á sama hátt bardist Sambandsflokkurin við hond og fót ímóti, at vit skuldu hava okkara egna Fróðskaparsetur. Móti fiskimarki, vegum, flogferðslu...”

So lat okkum hyggja eftir hesum við fiskimarkinum.

Fiskimarkið er flutt út fleiri ferðir
Einaferð var fiskimarkið 3 fjórðingar úr landi og einaferð var tað 12 fjórðingar. Uppskot vóru eisini frammi um bæði 16, 24 og 70 fjórðinga fiskimark, áðrenn tað endaði úti á 200 fjórðingum.

Tað var ikki uttan grund at vit fingu eitt fiskimark. Áðrenn tað fiskaðu bretskir trolarar heilt inn við land í Føroyum, og tað órógvaði føroyska útróðurin nógv. Hinvegin so lógu føroysk skip við íslendsku strendurnar og fiskaðu, áðrenn Ísland flutti sítt fiskimark út. So fiskimørkini hjálptu føroyskum útróðrarmonnum, men samstundis mistu vit rættindi við Ísland.

Føroyar lógu sum lús millum tvær negl ímillum Bretland og Ísland, sum einaferð endaðu í beinleiðis ”toskakríggi”. Samstundis var eisini neyðugt at ansa eftir, hvørjar avleiðingar tað fekk fyri marknaðaratgongdina við føroyskum fiskavørum, um vit fluttu markið út.

Málini hingu saman
Tað er ikki óvanligt, at fleiri politisk mál hangar saman. Til dømis verður ofta sagt, at Petur Mohr Dam gjørdi eina avtalu við donsku stjórnina, sum bæði innihelt málið um NATO-støðina á Sornfelli og fólkapensjónina. Eg veit ikki um hetta var so, men um tað var so, kunnu vit so siga, at øll sum plagdu at ganga mótmælisgongur ímóti NATO-støðini, eisini kunnu leggjast undir at hava verið ímóti, at føroyingar fingu fólkapensjón? Tað haldi eg ikki.

Tá málið um at gera Norðoyatunnilin varð samtykt í løgtinginum, var eitt politiskt stríð, sum hevði við sær, at fleiri í Tjóðveldisflokkinum vildu ikki atkvøða fyri uppskotinum. Kunnu vit so út frá tí siga, at Tjóðveldisflokkurin var ivasamur, um tað var rætt at gera fast samband um Leirvíksfjørð?

Øll mál hava sína søgu, og tí ber ikki til bara at nevna eina av fleiri atkvøðugreiðslum í løgtinginum, og síðani skriva søgu út frá tí. Tað er altíð ein orsøk til, at fólk atkvøða sum tey gera, og uttan at kenna ta søguna, ber ikki til at gera slíkar niðurstøður.

Sum eg nevndi í fyrstu greinini, so er ikki vist at Karsten Hoydal var ímóti føroyskum sjónvarpi, hóast hann einaferð atkvøddi ímóti einum uppskoti um tað.

Onnur mál hingu uppií
Tað var júst hetta sum hendi í viðgerðini av fiskimarkinum. Sjálvsagt ynsktu allir flokkar, at føroyingar høvdu so víðar heimildir at fiska sum til bar. - Hvat skuldi fingið teir til at ynskt nakað annað?

Ein stórur spurningur sum hekk uppí spurninginum um fiskimarkið var spurningurin um EFTA og europeiska felagsmarknaðin. Føroyar vóru ikki limur í nøkrum av hesum felagsskapum, og tí máttu føroyingar rinda 10 prosent í tolli av hvørjum kilo, sum var flutt út til hesi londini. Við limaskapi sluppu Føroyar undan tolli, men tað kundi geva skipum úr hesum londunum rætt at fiska innanfyri føroyska fiskimarkið. Har var nógv at taka støðu til.

Men 2. august 1976 legði Atli Dam, løgmaður, uppskot fyri løgtingið um at áseta 200 fjórðinga fiskimark. Ein samd marknaðarnevnd tók undir við uppskotinum, og tað varð samtykt við 23 atkvøðum fyri og ongari ímóti. Men kortini skrivar Høgni Hoydal tann 12. apríl, at Sambandsflokkurin bardist við hond og fót ímóti føroyska fiskimarkinum.

So kanska verður ”ramsan” hjá Høgna og øðrum tjóðveldisfólkum hereftir stytt við orðunum ”fiskimark”?

(meira kemur seinni).

Helgi Abrahamsen
næstformaður Sambandsfloksins