Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Námsfrøðin útihýst í Fólkaskúlaráðnum

Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, fýlist her á, at Fólkaskúlaráðið aftur er sett, uttan at námsfrøðiliga fakligheitin fær innivist har.

Skrivað hevur: Jógvan Philbrow

Tað undraði meg, at eg í gjár skuldi frætta, at Fólkaskúlaráðið nú aftur er sett eftir at hava verið óvirkið í meira enn eitt ár.

So seint sum í seinastu viku var eg á fundi við Bjørn Kalsø, mentamálaráðharra, har millum annað Fólkaskúlaráðið var á breddanum. Vit greiddu tá frá, at vit hildu tað vera náttúrligt, at pedagogfakligheitin bleiv umboðað í einum slíkum ráði, tí gongdin er, at alsamt fleiri pedagogar starvast í skúlunum, bæði sum stuðlar og nú eisini í sambandi við, at forskúlar verða settir á stovn.

Í skrivi frá Mentamálaráðnum fingu vit at vita, at hvørki Lærarafelagið, Pedagogfelagið ella kommunurnar skuldu innstilla umboð til ráðið. Tí undrar tað okkum, at næstformaðurin í Lærarafelagnum hevur fingið sæti í ráðnum, meðan Pedagogfelagið ikki er so frægt sum eftirspurt um nakað sum helst, fyrr enn manningin av nýggja ráðnum bara knappliga verður almannakunngjørd.

Fólkaskúlaráðið hevur fyrr viðgjørt evni, sum náttúrliga hoyra til dagstovnaøkið, og er tað sera óheppið, tá okkara fakligheit ikki er umboðað í ráðnum.

Sjálvandi hevði tað minkað um okkara stúran, um okkara fakligheit eisini var umboðað í Fólkaskúlaráðnum. Her vil eg leggja dent á, at tað er pedagogfakligheitina, vit ynskja umboðaða í ráðnum, meðan tað ikki er eitt krav, at tað endiliga skal verða Pedagogfelagið sjálvt, sum er umboðað.

Pedagogfelagið hevur annars áhaldandi og í áravís víst á, at tað er óheppið, at einki dagstovnaráð er, serliga tí ráðgevingin frá Fólkaskúlaráðnum hevur verið einsíðug. Leingi kyrraði mentamálaráðharrin okkum, ið vara av námsfrøðini, við at siga, at eitt dagstovnaráð var á gáttini. Men nú flytir hann seg burtur frá hesari gáttini, tí nú sigur mentamálaráðharrin, at dagstovnalógin má broytast, um hann skal hava heimild at stovna dagstovnaráðið.

Vit námsfrøðingar kunnu ikki annað enn halda, at okkara fakligheit hvørki er ynskt ella vird. Fakliga røddin hjá námsfrøðingum verður ikki hoyrd í Mentamálaráðnum, og tað eigur at vekja stúran, tí tað er Mentamálaráðið, sum hevur evstu ábyrgd av økinum.

Jógvan Philbrow
formaður í Føroya Pedagogfelag