Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nanna Skála 100 ár

Fríggjadagin 20. februar fyllir Nanna Skála hundrað ár.

Eitt sum helst fá vita, er at Nanna hevur verið virkin luttakari í málstríðinum.

Tá hon gekk í realskúlan í Havn máttu sjálvt føroyskir lærarar sum Hans Andrias Djurhuus og aðrir málsligir framherjar undirvísa á donskum.

Einasti glottin fyri tað føroyska málið var, at eftir skúlatíð kundu næmingar fáa eykaundirvísing, har teir kundu velja millum føroyskt og svenskt. Teir donsku lærararnir gjørdu nógv burtur úr at agitera fyri, hvussu týdningarmikið tað var at læra svenskt heldur enn føroyskt, sum teir søgdu at eingin hevði brúkt fyri.

Men ikki bar til at forða, at tann hátt elskaði lærarin Rikard Long slapp at greiða frá, at tað tvørturímóti var ógvuliga týdningarmikið at læra føroyskt. Nanna gjørdi eisini sítt til at fáa floksfelagar sínar at velja føroyskt. Væl gekk, næstan allir valdu at hava føroyskt hjá Rikard Long ein tíma um dagin eftir skúlatíð. Flestu næmingar høvdu havt føroyskt í barnaskúlanum áðrenn teir komu í realskúlan, men summi høvdu gingið í privatskúla, har tey ikki høvdu lært føroyskt, tí tað var ikki upptøkutreyt í realskúlanum at duga føroyskt fyri at ganga har.

Rikard var dugnaligur lærari og fekk børnini at elska móðurmálið, og hann var eisini kreativur. Hann bjóðaði næmingunum til eina kapping, soleiðis at tann, sum dugdi best at skriva føroyskt, skuldi fáa eitt eintak av tí nýggju føroysku orðabókini til gávus. Øll hini skrivaðu nøvn síni í bókina at ynskja tillukku. Av hesum var Nanna ein.

Nanna elskaði føroyskt áðrenn hetta fór fram, og hesin eldhugi hennara hevur vart alt lívið. Hon hevur týtt ein hóp, og nógv er komið út á prenti. Í 2004 fekk hon greitt úr hondum tjúgufýra-tíma bókina, sum hevur havt alstóran týdning í AA-viðgerð. Í hesum verki var hon í samstarvi við Daniellu Olsen, og tað er hugvekjandi, at hesar báðar hetjurnar í føroyska málstríðinum hava rokkið teimum hundrað!


Zakarias Wang