Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

NAX FINGIÐ SIGLINGARLOYVI UM NÓLSOY

Skjóttgangandi báturin, Scorpion, sum felagið NAX eigur, hevur fingið serligt loyvi at sigla um Nólsoynna. Í 2012 varð Nólsoyggin útnevnd at vera Ramsarøki, tí oyggin hevur ríkt fuglalív og heimsins størsta drunnhvítabøli. Síðani útnevningina hava Tórshavnar kommuna og Umhvørvisstovan arbeitt víðari við eini yvirskipaðari Ramsarætlan fyri Nólsoynna.

Partur av hesi ætlan er at seta krøv til sigling um Nólsoynna, tí hetta er týðandi táttur í arbeiðinum at verja fuglin.

Og nú hevur Heðin Mortensen, borgarstjóri, givið skjóttgangandi bátinum, Scorpion, loyvi at sigla um Nólsoynna, verða serligar treytir hildnar.

Til tess at lúka treytirnar, skal báturin sigla í mesta lagi 10 fj/t innan fyri 500 metur úr Nólsoy. Og eystan fyri Nólsoynna er eitt øki, har hámarksferðin er 5 fj/t.

Loyvið er galdandi í tíðarskeiðinum 1. juli-1. september 2015. 

Ramsarsáttmálin gjørdist veruleiki í 1971 og er uppkallaður eftir tí býi, har sáttmálin varð tilevnaður og undirskrivaður. Í dag fatar sáttmálin um 162 lond, harímillum Føroyar.

Talan er um ein millumlanda sáttmála, sum áleggur kommunum at skipa fyri tiltøkum at varðveita og tryggja skynsama nýtslu av eitt nú fuglabjørgum, ið hava serligan týdning.

At Nólsoyggin er eitt Ramsarøki, merkir eisini, at kommunan hevur skyldu regluliga at boða frá, hvat verður gjørt fyri at verja økið og fuglin.