Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nema samstarvar nú við STOKHOLM um innbúgv

Nema hevur øll árini veitt trúgvu kundum sínum innbúgv til ymisk endamál – alt frá smáum kontórum til størri verkætlanir.

Nema ynskir framhaldandi at bjóða viðskiftafólkum hesa tænastu og hevur sum mál at betra um tænastuna og úrvalið av góðskuvørum. Til tess at røkka hesum máli fer Nema framyvir at samstarva við Byggitilfar, ið rekur handilin STOKHOLM á Hoydalsvegnum í Havn.
 
Byggitilfar og Nema hava stovnað nýtt partafelag - P/F Stokholm - ið framyvir fer at umboða allar teir kendu góðskuveitararnar, ið Nema og STOKHOLM umboða í dag. Felagið fer at taka sær av allari sølu og tænastu til viðskiftafólk hjá Nema og STOKHOLM av innbúgvi.
 
Savnaða virksemið verður rikið undir navninum P/F STOKHOLM.
 
Sostatt byrjar eitt nýtt og spennandi samstarv millum tveir sterkar veitarar innan innbúgv á føroyska marknaðinum, við tí endamáli at styrkja um tænastuna og vøruúrvalið.
 
P/F STOKHOLM fer at húsast á Hoydalsvegi 8 í Tórshavn, í kendu handilshølunum hjá Gunnari Stokholm.
 
Nema og STOKHOLM