Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nettoognin hjá føroyingum á leið somu stødd sum hjá dønum og íslendingum

Føroysk húskir eiga eina nettoogn á nærum 45 mia. kr. í 2019, ið svarar til tvær ferðir BTÚ. Sæð í mun til tøku inntøkuna, er nettoognin 5,2 ferðir so stór sum tøka inntøkan hjá føroysku húskjunum. Hjá dønum er hon 5,4 ferðir, og hjá íslendingum 5,6 ferðir tøku inntøkuna í 2019.

Landsbanki Føroya hevur dagført uppgerðina av ogn og skuld hjá føroyskum húskjum til árið 2019. Hetta verður gjørt fyri at kanna, hvussu skuldarbundin føroysk húskir eru í mun til sína inntøku, og hvussu stór samlaða ognin og skuldin hjá føroyingum er samanborið við onnur lond.

Samlaða nettoognin er økt frá at vera 5 ferðir tøku inntøkuna hjá húskjunum í 20181 til 5,2 ferðir tøku inntøkuna í 2019. Broytingin stavar frá eini øking í sethúsaognini, privatu pensjónsuppsparingini og innlánunum í peningastovnunum í 2019 í mun til árið fyri. Samlaða skuldin hjá húskjunum er eisini økt, men ikki líka nógv sum samlaðu ognirnar, og tí sæst ein vøkstur í nettoognini í 2019 í mun til árið fyri.   

Av fíggjarligum ognum eiga føroysk húskir fyri nærum 27 mia. kr. tilsamans í 2019, har eini 10,5 mia. kr. standa í føroyskum peningastovnum og umleið 5 mia. kr. í útlendskum peningastovnum sum innlán ella á depotkonti. Harafturat eiga føroyingar privata eftirlønaruppsparing fyri 11 mia. kr., ið svarar til umleið helvtina av BTÚ í 20192. Afturat fíggjarligu ognunum eiga føroyingar realar ognir, ið eru sethús, bilar og bátar, fyri eitt samlað virði á 30 mia. kr. í 2019.

Føroysk húskir hava skuld fyri tilsamans 12 mia. kr. í 2019, har 9 mia. kr. eru lán í føroyskum peningastovnum og nærum 3 mia. kr. eru lán í donskum realkredittstovnum. Meginparturin av skuldini hjá føroysku húskjunum er sethúsalán, og síðani er ein minni partur lán til bil og ymiskt annað.

Tá samlaða skuldin verður trekt frá samlaðu ognini, eiga føroysk húskir í 2019 eina nettoogn á nærum 45 mia. kr., ið svarar til tvær ferðir BTÚ í 2019. Sæð í mun til tøku inntøkuna hjá føroysku húskjunum, er samlaða nettoognin 5,2 ferðir so stór sum tøka inntøkan hjá føroyingum í 2019. Til samanbering er nettoognin hjá dønum í 2019 5,4 ferðir so stór sum tøka inntøkan, og hjá íslendingum 5,6 ferðir tøku inntøkuna.

1) Sí Ogn og skuld hjá føroyskum húskjum, desember 2020, Landsbanki Føroya.
2) Uppgjørt er eftir leisti hjá Danmarks Statistik (familiefordelt nettoformue), ið merkir, at tænastumannapensjónur eru íroknaðar og hædd er tikið fyri framtíðar skatting (óskattaðar privatar pensjónsuppsparingar innganga við 60%).

Les meira í frágreiðing Landsbankans um fíggjarligt støðufesti í 3 ársfjórðingi 2021.