Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Í nevndini sita eisini Snæbjørn B. Jacobsen, Ólavur Ellefsen og Jan Ziskasen.

Nevndin í KT-felagnum heldur fram óbroytt

Aðalfundurin hjá KT-felagnum varð hildin mikudagin 22. mars.
 
Í formansfrásøgn felagsins legði formaðurin, Jan Ziskasen, dent á týdningin av at útbyggja føroysku KT-vinnuna. Eitt nú hevur felagið eitt stórt ynski um at fáa KT-verkfrøði útbúgvingina á master støði. Eisini er felagið farið undir árliga tiltakið #Rita1tíma, sum er føroyska útgávan av altjóða tiltakinum Hour of Code, sum snýr um at geva børnum atgongd til at forrita.

Men tað, sum hevur stórstan týdning fyri, at KT-vinnan skal víðari mennast, er, at almennu Føroyar keypa føroyskt KT. Í hesum sambandi hevur átakið FøroysKT fylt nógv hetta síðsta árið.
Fyri vali á aðalfundinum stóðu Fróði Magnussen og Ulla Joensen, umframt Júst í Túni Vang sum tiltakslimur. Øll vórðu tey afturvald. 

Nevndin skipaði seg sum áður við Jan Ziskasen sum formanni.