Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Agnar Artúvertin ritstjóri á Varðanum

Av tí at Poul Andreasen, sum hevur verið ritstjóri á Varðanum síðan 1987, hevur sagt seg frá, hevur nevnd felagsins tann 24. januar 2013 sett Agnar Artúvertin sum ritstjóra.

Agnar hevur BA-prógv í filosofi og bókmentum frá Cambridge universiteti og hevur drúgvar royndir sum rithøvundur, týðari og útgevari. Hann hevur verið við til at geva út Outsider Magazin.

Agnar er føddur 1979 í Havn. Gav út sína fyrstu bók – sum var eitt savn við úrvaldum verkum– í 2004. Hevur síðan tá givið út 21 bøkur aftrat; 17 av teimum týðingar. Fyrsta yrkingasavn hansara var Jahve kemur aftur. Onnur egna bók hansara var hitt absurda søgusavnið Revapassarin, sum varð sagt at vera “djúpt merkiligt” og “genialt”. Triðja egna bók hansara var tann stutta skaldsøgan Sporvognurin. Agnar hevur fingið ymiskt við í 3 írsk tíðarrit, eitt indiskt, eitt makedonskt, eitt kinesiskt og fleiri føroysk, donsk og amerikonsk.

Upp í týðingar hansara kunnu teljast 1001 nátt, Blake, Pusjkin, Poe, Kafka, Lewis Carroll, Maupassant, Aleksandr Blok, Einar Már Guðmundsson, Johan Harstad, Einar Andreas Lund, Olga Markelova, Kim Simonsen, Eiríkur Örn Norðdahl og fleiri onnur.

Høvundalýsing gjørd av Richard Berengarten, Cambridge** 2012: Ó Conaire, Pádraic: Útlagin (sum týðari) Forlagið Gwendalyn

2012: Sefer Jetsirah (sum týðari) (hefti) Forlagið Gwendalyn

2012: Artúvertin, Agnar: Ifreann (yrkingar og søgur) (týð: Gabriel Rosenstock) Coiscéim

2012: Kafka, Franz: Dómurin (sum týðari) Forlagið Eksil

2011: Guðmundsson, Einar Már: Navnleysir vegir (sum týðari, upprunaheiti: "Nafnlausir vegir") L/F Sprotin

2011: Rosenstock, Gabriel: Nevni navn hennara (týðing, yrkingasavn. Upprunaheiti ”Uttering Her Name”) Forlagið Gwendalyn

2011: Artúvertin, Agnar: Sporvognurin (skaldsøga) Forlagið Gwendalyn

2011: Maupassant, Guy de: Hálsketan og aðrar søgur (sum týðari, úrvaldar søgur, onnur víðkaða útgáva) Forlagið Gwendalyn

2011: Poe, Edgar Allan: Smettihjartað – og fleiri søgur (sum týðari, úrvaldar søgur, onnur víðkaða útgáva) Forlagið Gwendalyn

2011: Søgur úr Túsund og einari nátt (sum týðari, úrvaldar søgur, onnur víðkaða útgáva) Forlagið Gwendalyn

2011: Lund, Einar Andreas: Nígari (sum týðari; upprunaheiti: “Kneler”) L/F Sprotin

2011: Tagore, Rabindranath: Posthúsið (sjónleikur) Forlagið Fannir

2010: Carroll, Lewis: Lisa í Leikalandi og inn gjøgnum spegilin (barnasøgur) Bókadeild Føroya Lærarafelags (saman við týðingini hjá Axel Tórgarð)** 2009: Artúvertin, Agnar: Revapassarin og aðrar søgur (stuttsøgur) Forlagið Gwendalyn

2009: Harstad, Johan: Buzz Aldrin, hvar bleivst tú av í ruðuleikanum? (sum týðari, upprunaheiti: "Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i alt mylderet?") Forlagið Eksil

2009: Lund, Einar Andreas: Knæler (sum týðari; upprunaheiti: "Kneler") Forlaget EC-Edition

2009: Artúvertin, Agnar: Jahve kemur aftur (yrkingar) Forlagið Gwendalyn

2008: Maupassant, Guy de: Hálsketan og aðrar søgur (sum týðari, úrvaldar søgur) Forlagið Gwendalyn

2008: Poe, Edgar Allan: Smettihjartað og aðrar søgur (sum týðari, úrvaldar søgur) Forlagið Gwendalyn

2008: Søgur úr Túsund og einari nátt (sum týðari, úrvaldar søgur) Forlagið Gwendalyn

2007: Kafka, Franz: Umskapanin (sum týðari, og skrivað fororð, upprunaheiti: "Der Verwandlung") Forlagið Eksil

2004: 'Føroyatraga, ein sera støkkin og óskipað rannsókn inn í mentávald, føroyska samleikan og føroyska málið og onnur útvald smáverk' (egið forlag) Tórshavn