Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Neyðarrópið, sum vil hoyrast

Í samband við undirskriftsinnsavning við heitinum “Nødråbet- Vi vil høres”, er ein bólkur stovnaður, sum hevur til endamáls, at arbeiða fyri uppreisn til tey offur fyri pedofeli, incest og barnasakum, ið ongantíð eru hoyrd av mynduleikunum, ella svikin av somu mynduleikum í Føroyum.

Hetta sigur talskvinnan hjá bólkinum, Anja Jacobsen, sum samstundis stendur fyri heimasíðuni, “Varpinum”.

Hon vísir á, at talan er um mannalagnur, mannalagnur sum so dyggiliga eru svikin. Ætlanin er at gera vart við, at nógv av hesum hava kent seg noydd at flýggja av landinum. Anja vísir á, at roynt hevur verið, at savnað hesi fólk saman, soleiðis, at tað ber til, at kortleggja ein óhugnaligan kultur í Føroyum.

Endamálið er, at fáa mynduleikarnar í talu, soleiðis, at vit kunnu vísa teimum á allar hesar dokumenteraðu sakirnar, sigur Anja Jacobsen, talskvinna fyri bólkin. Hon vísir á, at bólkurin hevur kunnandi fund í Føroyingahúsinum í Danmarksgade 25 í Esbjerg leygardagin tann 12 januar 2013, kl 14:00.

Vegna bólkin

"Nødråbet- Vi vil høres"

Anja Jacobsen

Vestparken 85

6840 Oksbøl

Tlf: 0045 40 28 65 09

Teldupost: anja@varpid.fo