Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Neyðhjálpin er útgoldin

Herfyri ringdi politiskt setti miðlastuðulin úr Mentamálaráðnum, og spurdi um Oyggjatíðindi ikki ætlaði at søkja um miðlastuðul. Svarið var nei, tí reglugerðin fyri stuðli var tilvitaður skrúvaður soleiðis saman, at Oyggjatíðindi kortini ikki lúkaði treytirnar at søkja, og so kundu vit spara nevndini at geva noktandi svar, skuldu vit funnið uppá at søkt.

Hetta hevði Oyggjatíðindi ikki ráð til, og tí lúkar blaðið ikki treytirnar í lógini at søkja.

- Tak kann eg ikki gera við, segði miðlastuðulin í Mentamálaráðnum okkum í telefonuni.

Tað vita vit væl. Boðberar verða brúktir til so mangt.

Tey, sum lúka treytirnar, høvdu fyri tað mesta dundrandi hall, og tí máttu tey hava neyðhjálp, sum tey nú kallað miðlastuðul.

Herfyri ringdi politiskt setti miðlastuðulin úr Mentamálaráðnum, og spurdi um Oyggjatíðindi ikki ætlaði at søkja um miðlastuðul. Svarið var nei, tí reglugerðin fyri stuðli var tilvitaður skrúvaður soleiðis saman, at Oyggjatíðindi kortini ikki lúkaði treytirnar at søkja, og so kundu vit spara nevndini at geva noktandi svar.

Nú er tað so eisini sjón fyri søgn um hvør fekk og hvusso nógv. Ætlanin var at lata teir miðlar, sum vóru ringast fyri, at fáa alt, men tað vildi verið ov avdúkandi, og tí tóku tey aðrar kammeratar við í puljuna, men franmvegis var tað SOSialurin og Dimman, sum fingu mest, Olivant, VP, Norðlýsið, og R7, fingu naKað  eisini. Kanska ikki so samd, men felags fyri tey øll er neyðstøðan, og slíkt bindir sjálvt fíggindar saman.

Men enn er tað so onkur, sum ikki bara sigur seg vera óheftan, men er tað eisini.

Longu í fyrstu greinunum í lógini um stuðul, eru treytirnar skitseraðar upp fyri at fáa stuðul. Her stendur, at felag skal hava havt roknskap ári fyri at vísa á, at tey hava havt  tvey ársverk av journalistum í arbeiði fyri yvirhøvur at koma uppá tal í nakrari umsókn.

Hetta hevði Oyggjatíðindi ikki ráð til, og tí lúkar blaðið ikki treytirnar í lógini at søkja.

- Tak kann eg ikki gera við, segði miðlastuðulin í Mentamálaráðnum okkum í telefonuni.

Tað vita vit væl. Boðberar verða brúktir til so mangt, og hentir idiotar til annað mangt. 

Væl í gagnist, og gleðilig jól til tykkum.