Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Neyðugt við kanning av skattaviðurskiftunum

Tað er gott at hoyra um skattin, ið hóast alt kemur inn, men samstundis eru vit mong, ið fegin vilja hava upplýst, hvussu nógvar milliónir, ið áttu at verið komnar inn, men sum álíkavæl ikki eru tað t.d. tey seinastu 3 – 5 árini, og sjálvandi eisini nakað um, hvøjar osøkir hava verið til tess.

Hvat hevur Taks gjørt fyri at minimera útistandandi, og hvussu hevur úrslitið verið?

Fer Taks eftir fólki, ið øll vita forvinna stórar upphæddir, men onki hava at geva upp?

Maður varð herfyri umrøddur í fjølmiðlunum. Hann var sagdur at hava forvunnið fleirni milliónir við skipi, men at hann ongan skatt hevði fingið at gjalda. Varð nakað gjørt við nevnda mál? Og verður nakað gjørt við líknandi mál? Hvat verður gjørt?

Eisini hevði verið gevandi at fingið at vita, um skattaskjólsreiður higartil eru funnin við føroyskum gulleggum í. At tey finnast kann eingin ivi vera um, men tað krevur, at onkur leitar, tí uttan at leita verður onki funnið. Hvussu stóra orku hevur Taks nýtt, og hvussu stóra orku er ætlanin at i nýta nú og í framtíðini fyri at avdúka skattaskjólsreiður kring køttin. Nýtir Taks professionella hjálp ella glaðar amatørar?

Annars eigur ein almenn kanning av omanfyristandandi at verða gjørd skjótast tilber, serliga viðv. teimum mongu peningunum, sum átti og eiga at komið inn í kassan, men sum enda á øðrum stað í Føroyum ella í útlondunum.

Tað kann ikki vera rætt, at tey - hóast alt - mongu, ið svara hvørjum sítt, eisini skulu hanga upp á milliónaupphæddir, sum skattasnýtarir so ella so sleppa sær undan á hvørjum ári.. Hetta eigur at verða steðga í stundini.

Vónandi stuðla mong einari skjóttarbeiðandi kanning, sum kann skapa neyðugar loysnir á trupulleikunum.

Dagfinnur Danbjørg.