Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Niclasenfyritøkan fekk als ongar sømdir

Trúnaðarskjal avdúkar: Í einum trúnaðarskjali, sum Leif Abrahamsen, stjóri fyri Føroya Gjaldstovu, sendir til Petur Lamhauge, stjóra fyri Toll- og Skattstovu Føroya, verður staðfest, at fyritøkan, N. Niclasen í Sørvági, kundi fingið møguleikan at goldið skuldina ímóti, at rentutilskrivingin bleiv strikað. Men tað var ikki talingur um! Tó prógvar hetta skjal fordømir um, at rentutilskrivingin er strikað hjá øðrum í somu støðu.

Skrivað hevur Dan Klein:

Í skjalinum, sum er í trúnaði, vísir Gjaldstovu-stjórin á, at Toll- og Skattstova Føroya hevur latið gjaldstovuni málið viðvíkjandi innheinting av tollkredittskuldini hjá P/F N. Niclasen. Upplýst verður, at skuldin er kr. 2.081.044,6 til samans.

Av hesum eru kr. 1.508.859,45 renta.

Vit vita, at Jørgen Niclasen, hevur upplýst, at hann alla tíðina hevði ætlað, at goldið alla skuldina, men fyri at hann skuldi klára hetta, mátti hann hava renturnar strikaðar.

Í skrivi, dagfest 15. November 1993, hevur P/F N. Niclasen, søkt gjaldstovuna um skáa viðvíkjandi afturgjaldingini av hesi skuldini í hálvt annað ár, og søkir samstundis um at fáa renturokningina steðgaða.

Stjórin á Gjaldstovuni skrivar, at umsóknin er grundað á, at fíggjarliga støðan hjá felagnum er so vánalig, at neyðugt er við eini skipan við kreditorarnar, eisini landskassan, um felagið skal klára at halda fram.

Gjaldstovan skrivar, at í skrivinum, tað má so vera frá Niclasen, stendur, at landsstýrið, sambært skrivi frá Føroya Tollstovu, dagfest 19. Apríl 1990, hevur avgjørt at strika renturnar.

Sambært nevnda skrivi frá 19. Apríl 1990, sæst, at landsstýrið hevur avgjørt, at heimilað tollstovuni at strika tilskrivaðu renturnar ímóti, at øll tollskuldin uppgjørd kr. 1.062.441,92 verður goldin beinan vegin.

Tá gjaldstovan, bert við hesum upplýsingum í skrivinum frá 19. Apríl 1990, ikki metir seg hava fingið vissu fyri, at treytirnar um, at tollkredittskuldin skuldi gjaldast beinan vegin fyri at strika renturnar, eru loknar, loyvir gjaldstovan sær, at heita á Tollog Skattstovu Føroya um at upplýsa um treytirnar fyri at strika renturnar eru loknar.

Í hesum sambandi upplýsir stjórin á gjaldstovuni, at í øðrum líknandi málum hevur gjaldstovan fingið boð um, at útbóka rentutilskrivingina uttan fyrivarni, og hann vísir á skjøl, sum gjaldstovan hevur til skjals. Og so verða tvær fyritøkur nevndar, men í innlitsskjalinum eru nøvnini strikaði út. Men her verður so víst á fordømir um, at renta er strikað í øðrum førum.

Tað sýnist, sum um tulking tollstovurnar, ið tá var, hevur verið, at renta ikki skuldi roknast av falnum tollkreditti, um viðkomandi “fór úr kredittinum”, sum tikið varð til, skrivar Leif Abrahamsen, stjóri.

Leggjast kann aftrat, at gjaldstovan ikki hevur verið samd í hesi tulking, sigur stjórin, og vísir til samskifti við landsgrannskoðaran.

Og so kemur spurningurin frá Gjaldstovuni til Toll- og Skattstovu Føroya: Skal hesin rentuspurningur loysast sum vanligt hevur verið? Skal skriv landsstýrisins takast eftir orðaljóðinum.

Men hetta mál er meira troført enn bara at avgreiða rentuna, tí tað snýr seg eisini um at innflutningsgjaldið verður mótroknað í tollskuldini, ið stavar frá, at vørur eru flýggjaðar uttan at vera tollavgreiddar, og at innflutningsgjaldið ikki verður goldið inn á meirvirðisgjaldseftirstøðurnar, sum ásett í kunngerðini.

Harafturímóti er sjónarmið gjaldstovunnar, sigur Leif Abrahamsen, at innflutningsgjaldið verður mótroknað í teirri raðfylgju, sum ásett í kunngerðini við tað, at hendan skuld frá 1988 – 1991 ikki kann metast at vera umfatað av tolli, sambært løgtingslóg nr. 120 frá 23. Desember 1991 um toll. Síðani verða sjónarmið gjaldstovunnar útdjúpaðar, men úrslitið verður, at Jørgen Niclasen, fær ikki sítt ynski uppfylt um skáa og rentuavskriving, og aðrar umstøður gera so haraftrat, at N Niclasen, fer í likvidatión, og landskassin missir pening, sum við avtaluni annars kundi verið tryggjaður.

Niclasen-fyritøkan fekk ikki somu sømdir, sum aðrar fyritøkur í somu støðu høvdu fingið, vísir trúnaðarskjalið.