Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Niðurskurður av grundupphæddini

Satt at siga havi eg ikki hildið tað verið vert at taka orðíð í almenna kjakinum um niðurskurðin av grundupphæddini í fólkapensiónini. Hetta hevur ljóðað so tápuligt, at hvørki eg ella onnur hava hirt at taka til orðanna, tí hví tala at nøkrum sum var so burturvið sum hetta?

Men nú sær ikki mætari út, enn at løgtingið, fýra nætur fyri jól, fer at gera seg heilt fyri skommum. 

Fólkapensiónin er nakað av tí besta, sum vit hava í samfelag okkara. Tann sum minnist hvussu glað øll vóru, tá ið hon kom, gloymir tað aldrin. Tað vóru so nógv, sum høvdu slitið seg upp og nú sótu í trongum korum. Nú viðurkendi samfelagið, at tey vóru nakað verd. Summi lívgaðust upp aftur. Tað vóru menn, sum drógu bát av lunni og fóru á flot, tí nú sluppu teir undan at hugsa um at teir við at vera innløgumenn fingu minni útgoldið. 

Fólkapensiónin hevur eina grundupphædd, sum øll fáa uttan mun til inntøku, og siðan uppískoyti alt eftir hvussu inntøkan er. Grundupphæddin er skattafrí. 

Tað løgna er, at grundupphæddin ikki hevur fylgt við prísvøkstrinum. Hon er tí lutfalsliga minkað í virði. Hetta er spell, tí tað er hon sum er sjálv kjarnin í fólkapensiónini: kontraktin millum samfelagið og tey, sum hava stríðst fyri seg og nú hava lagt árarnar inn. Við at minka um virðið av hesi garantiupphædd sleppur samfelagið teimum skyldum, sum tað átók sær tá fólkapensiåonin kom í lag fyri einari lítlari øld síðani.

Ringt hevur tað verið, men nú ber av. Nú skal klípast burtur av sjálvari grundupphæddini! Vit kunnu siga, at hugurin hevur verið góður. Vit høvu sjúkrakassar, sum høvu limagjald. Hetta var ikki hildið at vera nóg gott, so teir vórðu avtiknir, og vit fingu Heilsutrygd, sum skuldi fíggjast yvir skattin. Men hvat hendi? Nú fekk Heilsutrygd limagjald, og tey, sum fingu minstuupphæddina í fólkapensión, fingu at vita, at upphæddin var minkað, tí limagjaldið til Heilsutrygd var tikið burturav!

Men nú skulu enn størri bollar koyrast í suppuna, tí nú skal landskassin bjargast við at leggja á grundupphæddina í fólkapensiónini!

Og hetta hendir samstundis sum eitt annað norðurland, Finnland, umhugsar at seta í verk borgaraløn! Ikki er at undrast á, at hesi jólini hava mong hug at spyrja, um politikarar okkara yvirhøvur hava ánilsi av, hvørji planet teir búgva á. 

Zakarias Wang