Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Feløgini hava sent Kaj Leo Holm Johannsen eitt bræv, har biðið verður um fund sum skjótast

Niðurstøða frá fakfelagsstórfundi

Á fakfelagsstórfundi seinnapartin í dag var samtykt at fara víðari við álvarsmálinum um at skatta inngjøld av pensjónum.

Fríggjadagin handaðu fakfeløgini eitt mótmæli, sum greitt staðfesti skaðiligu árinini av at skatta pensjónsinngjøld heldur enn pensjónsútgjøld.

Fakfeløgini eru harðliga ímóti ætlanini um at skatta inngjøldini av pensjónini og hava tí saman við øðrum biðið um fund við løgmann um hetta álvarsmál.

Pensjónsuppsparing er týðandi grundarsteinur undir einhvørjum vælferðarsamfelag. Um politiski mynduleikin ikki tekur áheitanina frá fakfeløgunum til eftirtektar, tilskilar fakfelagsrørslan sær rætt til at taka onnur, meira álvasom stig í hesum máli.

Feløgini hava sent Kaj Leo Holm Johannsen eitt bræv, har biðið verður um fund sum skjótast, soleiðis at greiða kann fást á málinum.