Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur sett Niels Christian Nolsøe sum stjóra á Jarðfeingi.

Niels Christian Nolsøe er 58 ára gamal og útbúgvin civilverkfrøðingur (M.Sc. in electrical Engineering) frá Danmarks Tekniske Universitet. Niels Christian Nolsøe hevur drúgvar leiðsluroyndir, og var stjóri á Elektron í góð 20 ár, eins og hann hevur hollar royndir innan verkætlanarleiðslu. Hann hevur røkt starvið sum fyribilsstjóri á Jarðfeingi síðani 1. januar.

Seks umsøkjarar vóru til starvið.