Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Magnus Heinason er just liðugur við fyrra partin av yvirlitstrolingini á føroyska landgrunninum. Regluligar magakanningar eru gjørdar síðan 1997 og eitt áhugavert fyribrigdi hendan túrin var tann stóra nøgdin av lús, sum var at finna í hýsumagum.

Orðið ”lús” er í dagligari talu millum fiskimenn eitt felagsheiti fyri nøkur ávís sløg av marflugum (Amphipoda: Tmetonyx cicada) og taralús (Isopoda: Idotea og Cirolana borealis). Hesi dýr eru tey somu, sum eta fisk, sum er deyður á línu. Hesi dýr halda vanliga til á 100-300 m dýpi og eta millum annað línufisk um náttina, serliga seint á sumri.

Hýsa plagar at eta smáar nøgdir av hesum dýrum, men í ár kom fyri, at hesi dýr vóru høvuðsføðin hjá hýsu á ávísum plássum eystanfyri. Eitt øvugt samband plagar at vera millum nøgd av hýsu og nøgd av hesum dýrum í hýsumagum.

Orsøkin til ta stóru nøgdina av lús kann vera, at hýsustovnurin hevur verið sera lítil í mong ár.

Frágreiðing um túrin sæst við at trýsta her: http://www.hav.fo/PDF/Turar/2016/FRAG1630.pdf