Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nógv verður spurt um sáttmálasamráðingarnar

Nú, Føroya Pedagogfelag byrjaði samráðingarnar í síðstu viku, hava vit fingið nógvar spurningar frá limunum, um hvørji sáttmálakrøv, vit hava við.

Vanligur siður er, at tá samráðingarnar eru byrjaðar, verður ikki sagt so nógv um einstøku krøvini. Hetta kemst av, at tá krøv verða viðgjørd í tí almenna rúminum, kann tað skjótt henda, at samráðingarstøðan gerst fastlæst, og er sjálvsagt óheppið. 

Ymisku krøvini, bæði frá okkum og frá arbeiðsgevaranum, verða viðgjørd á teimum ymisku samráðingarfundunum, og tey kunnu broytast og formast meira ella minni í mun til ta viðgerð, krøvini fáa í samráðingunum. Tí verða ítøkiligu krøvini ikki viðgjørd í almenna rúminum. 

Áðrenn vit fóru undir samráðingarnar, gjørdu vit tó greitt, at okkara krøv serliga eru viðvíkjandi lønum - at okkara krøv ikki heilt hóska til samráðingargongdina seinastu árini, har øll hava fingið sama prosentsats. Gongdin seinastu árini hevur bara gjørt okkara støðu, samanborna við aðrar lønarbólkar, verri, tí okkara lønir liggja á einum lægri støði, enn lønirnar hjá teimum bólkunum, vit samanbera okkum við. 

Innan valið, og undir valinum, gjørdu vit øllum greitt, at vit hildu tað vera neyðugt at gera eina almenna lønartalvu. At tað var neyðugt við einari rættvísari og meira nútíðarhóskandi lønartalvu, har fólk verða lønt við støði í teirri útbúgving og royndum. Tað er tí eyðsæð ein málsetningur hjá okkum nú. Tá er sjálvandi talan um løn og eftirløn.

Hetta hava eisini verandi samgonguflokkar á sín hátt viðurkent: at neyðugt er at endurskoða og bøta um lønirnar hjá limum okkara.

Nevnast kann, at javnaðarflokkurin í valskrá síni segði: “Arbeiðs- og lønarviðurskiftini hjá námsfrøðingum og hjálparfólkum verða endurskoðað og dagførd í mun til nútíðar krøv”.

Framsókn segði í grein hjá Súsonnu Olsen: “Lønin má vera hin sama fyri tænastur, ið byggja á næstan somu læruúrtøku og útbúgving.”

Tjóðveldi sendi okkum skriv, har sagt varð, at “Tjóðveldi ásannar, at vit í dag hava lønarskipanir á almenna arbeiðsmarknaðinum, ið eru órættvísar, tá tær verða samanbornar við atliti at arbeiðsinnihaldi og útbúgvingarstøði.”

Hesi úttalilsini styrkja okkum í kravi okkara um at fáa rættvísar og nútíðarhóskandi lønarsáttmálar.

Hetta er tað mest ítøkiliga, vit fáa verið um tað, sum vit við samráðingunum ætla at loysa saman við arbeiðsgevara okkara. 

Jógvan Philbrow

Formaður, Føroya Pedgogfelag