Urðin í Nólsoy
Nógvir drunnhvítar, men ongar lundapisur
Urðin í Nólsoy:Í fjør kannaðu fólk hjá Náttúrugripasavninum hvussu nógv kom undan hjá lundanum í Mykinesi. Kagað varð í 173 lundaholur, men eingin livandi pisa var at síggja. Hinvegin sóust 5 deyðar pisur. Tað merkir, at hóast onkur pisa møguliga varð floygd, so hevur talið verið sera sera lítið.
Drunnhvíti varð eisini taldur í Urðini í Nólsoy. Úrslitið higartil er 18.000 pør, hóast tað einans hevur verið talt í tvey ár. Tvær frágreiðingar eru skrivaðar um hetta.