Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Noktaði innlit og kontradiktión

Skriv til Fíggjarmálaráðið um viðgerðina av eini kæru um avgerðina hjá Taks at nokta innlit og kontradiktión

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Fíggjarmálaráðið staðfesti eina avgerð hjá Taks um at nokta klagaranum innlit og høvi til at gera viðmerkingar til eina kanning hjá Taks, áðrenn hon varð endalig (kontradiktión).

Umboðsmaðurin var samdur við Fíggjarmálaráðið og Taks í, at klagarin ikki var partur í málinum, og at Taks kundi nokta at geva innlit í kanningararbeiðið. Umboðsmaðurin metti tó kæruviðgerðina hjá Fíggjarmálaráðnum vera so grunna, at tað var ivasamt, um talan hevði verið um eina veruliga kæruviðgerð. Umboðsmaðurin gav tí Fíggjarmálaráðnum ein átalu fyri handfaringina av málinum. (LUM 17/00071)

Skrivið kann lesast her: http://docreader.readspeaker.com/docreader/index.php?jsmode=1&cid=bseku&lang=fo_fo&url=http://www.lum.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2flum%2fNidurstodur%2f17-00071-alit-anonymt.pdf&referer=http://www.lum.fo/Default.aspx?ID=9746&PID=31386&NewsID=5785&Action=1